Hetta ríður samgonguni sum ein marra

– Vit eru ikki farin av fetinum, og tað fara vit heldur ikki

– Ætlanin at nýskipa okkara fiskivinnu, er vorðin ein marra hjá sitandi samgongu.

 

Tað staðfesta teir báðir tinglimirnir hjá Miðflokkinum, Jenis av Rana og Bill Justinussen.

 

Miðflokkurin hevði landsfund í gjár og har varð ætlanin hjá at nýskipa fiskivinnuna, eyðvitað eisini umrødd.

 

Teir báðir tingmenninir staðfestu, at hóast tað nú er meiri enn eitt ár síðani, at samgongan varð skipað við tí høvuðsmáli at nýskipa fiskivinnuna, er onki hent yvirhøvur.

 

Herrópini hjá samgonguni hava verið, at vit skulu burtur frá eini skipan, har fiskirættindi verða útlutað politiskt, yvir til eina skipan, har fiskirættindi verða útlutað eftir marknaðartreytum.

 

– Men enn er ikki ett komma flutt, og tað er nógv, sum bendir á, at tað verður heldur ikki eitt komma flutt, heldur Bill Justinussen.

 

Hann vísir á, at andstøðan, eisini Miðflokkurin, hevur verið við á fleiri fundum við samgonguna, og við Høgna Hoydal, landsstýrismann, men onki hendur

 

– Vit eru ikki farin av fetinum, staðfestir Bill Justinussen.  

 

– Og orsøkin til tað er helst, at samgongan er ósamd um málið, leggur hann afturat.

 

– Vit fáa onga fiskivinnunýskipan, og spurningurin er, hvussu samgongan takklar tað, tí tað var høvuðsmálið hjá henni, staðfesti tingmaðurin fyri Miðflokkin.

 

Jenis av Rana, sum eisini er formaður í Miðflokkinum, staðfestir, at tað gongur væl í Føroyum, og tað gongur væl í fiskivinnuni

 

Og tað er ongin orsøk at pilka við nakað, sum virkar, og í góðum tíðum sum hesum, er tað ongin orsøk at kollvelta eina fiskivinnu, sum  tað gongur væl.

 

– Í Føroyum hava vit ikki reiðarar, sum stinga ríkidømið til síðis. Tvørturímóti hava teir víst, at teir brúka tað til at gera tí íløgur í nýggj virki, og úrslitið av tí er, at vit hava onki arbeiðsloysi í Føroyum

 

– Men hjá akademikarunum í Tjóðveldi er hugsunnarhátturin hinvegin, at vit hava ein gyltan møguleika at gera tað, ongin annar hevur klárað, nevniliga at nýskipa fiskivinnuna.

 

Men Jenis av Rana heldur, at tað er ongin orsøk yvirhøvur til at broyta fiskivinnunýskipanina. Hinvegin heldur hann, at tað er ein heilt onnur søga at nýggjar kvotur verða seldar, fyri at lova fleiri fólkum upp í fiskivinnuna.

 

– Men annars at selja fiskirættindi, og sostatt krevja pengar fyri fisk, sum enn svimur í sjónum, er óetiskt, heldur formaðurin í Miðflokkinum.

 

– Vit hava ta grundreglu, at vit rinda skatt av einum vinningi, sum er stðafestur, og tað grundregluna skulu vit halda okkum til.

 

– Men vísir tað seg, at grammleikin tekur yvir,  og reiðarar fara at taka pening úr vinnuna, kann Løgtingið forða tí við lóg, sigur Jenis av Rana.

 

- Tað er tað, vit eru til, leggur hann afturat.