Hetta makrelsalatið kann geva tær bráðfeingis sjúkueyðkenni

Heilsufrøðiliga Starvstovan afturkallar makrelsalat, sum hevur tveir ymsar trupulleikar

Tey, ið hava keypt sær makrelsalat frá REMA1000, burdu hugt eina ferð aftrat eftir bakkanum. Heilsufrøðiliga Starvsstovan boðar frá, at Reitan Distribution A/S afturkallar bakkar av makrelsalati, sum er selt í Føroyum.

 

Makrelsalatið kann gerða, og har er vandi fyri, at har er histamin í. Gerðing ger, at vøran ikki er egna til matna fyri menniskju. Tá tað er nóg nógv histamin í mati, kann mann fáa bráðfeingis sjúkueyðkenni, sambært Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.

 

 

Hetta er vøran:

Talan er um REMA1000 makrelsalat i bæger.

Nettoinnihald: 300 g

Framleiðsludagfesting: 17/12/2018, 18/12/2018 og 21/12/2018 (Rætting: Áðrenn stóð 2019 í staðin fyri 2018)

Heldur sær í minsta lagi til: 11/02/2019, 12/02/2019 og 15/02/2019

EAN nr.: 5705830500151

 

 

 

Heilsufrøðiliga Starvsstovan mælir keyparum av vøruni til at beina vøruna burtur ella lata hana aftur, har ið hon er keypt.