Hetta má steðgast

Tað má ikki henda, at ætlanin hjá samgonguni at má stegast

Ætlanin hjá samgonguni at gera eina nýggja fiskivinnuskipan, má steðgast.

 

Tað halda tey fimm fakfeløgini í Norðoyggjum, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag, Klaksvíkar Útróðrarfelag, Klaksvíkar Handverkarafelag og Útróðrarfelagið eystan Múla

 

Tey siga, at støðan er sera álvarsom og tí heita tey á tingmenn í Norðoyggjum, og onnur við politiskari ávirkan, um at gera alt í gerast kann, fyri at hetta ikki hendir.

 

– Verður uppskotið um nýggja fiskivinnuskipan samtykt, er stórur vandi fyri, at hundraðtals arbeiðspláss í Norðurøkinum fara at hvørva um heilt stutta tíð, halda tey fimm fakfeløgini.

 

Tey vísa á, at Kósin er krumtappurin í Norðoyggjum, har stórur partur av fólkinum vinnur sær til lívsins uppihald.

 

Tey siga at 150 ársverk eru á virkinum og tilsamans eru tað 530 fólk, sum arbeiða hjá felagnum, tá ið skipini eru tald við. Tey fáa útgoldið meiri 300 milliónir krónur í lønum um árið. Eisini elvir hetta til nógv avleitt virksemi.

 

Tey fimm fakfeløgini siga, at royndir vísa, at tað er sera tungt at reka flakavirki, og tí er neyðugt, at onkur, sum er fíggjarliga sterkur, stendur aftanfyri.

 

Tey halda, at tað hevur riggað væl, soleiðis sum virksemið er sett saman við skipum og virki.

 

– Tí stúra vit fyri, at missa skipini síni rættindi, fer virkið við í fallinum, og tað verður til óbótaligan skaða fyri alt Norðurøkið, siga tey fimm fakfeløgini.