Hetta kunnu ikki ikki, á nakran hátt, góðtaka.
Tað sigur Kommunufelag Føroya um ætlanina hjá Anniku Olsen, landsstýriskvinnu, at forbjóða borgarstjórum at taka sæti í Løgtinginum eisini.
Her er talan um eitt fólk, sum veljarin hevur valt í eitt kommunustýri, og sum hini fólkafólkavaldi umboðini í kommunustýrinum hava álit á at gera borgarstjóri. Sama fólki kann so eisini fáa álit frá veljarunum til at umboða tey á Løgtingi. Men kortini ætlar Annika Olsen at tileinkisgera hesa álitisváttan við eini lógarbroyting.
- Spyrjast kann tí av røttum, um landsstýriskvinnan í kommunumálum ikki hevur álit á kommunustýrum ella kommunustýrislimum sum heild, ella bara ikki hevur álit á, at veljarin velur tann rætta.
Kommunufelagið ásannar, at tað støður kunnu uppstanda, har einstaklingur fær trupult við at leggja fulla orku í báðar sessirnar um somu tíð.
Kortini heldur Kommunufelagið, at tað er óheppið, at landsstýriskvinnan ætlar at broyta hesar reglur, bæði sum heild, men eisini tí at hetta hendir nú, beint upp undir eitt løgtingsval.
Kommunufelagið heldur, at tað er frægari at hava so frægt áliti veljarunum, at teir sjálvir duga at á at skyna, hvørja ætlan eitt valevni hevur við sessinum, og um viðkomandi valevni man fara at megna at røkja sessin.
Í Føroyum er mangan ringt at fáa dugnalig fólk at stilla upp, og tað er ein royndur lutur, at mong valevni til løgtingið frammanundan hava fingið sínar politisku royndir í kommununum.
- Tað er ilt at síggja, at tað skal vera skilagott at útihýsa nøkur av frægastu valevnunum frá at stilla upp til løgtingið, av tí at viðkomandi samstundis eru borgarstjórar.
Kommunufelagið heldur eisini, at tað er skeivt at hava serreglur og avmarkingar fyri ávísar samfelagsbólkar. Slík grundleggjandi viðurskifti eiga at vera skipað eftir eini heildarmeting fyri allar samfelagsbólkar og øll yrki, um aðrar reglur skulu til enn tær, sum longu er í vallóggávuni.
- Tíverri eru vit í Føroyum alt ov illa roynd av, at politikarar ikki virða tað, sum í øðrum londum verður mett at hoyra til vanligar fólkaræðisligar mannagongdir, eitt nú at grundleggjandi spælireglur ikki skulu broytast í evsta tíma upp undir val.
- Dømi um hetta var ikki minst í 2007, tá landið var skipað í eitt valdømi beint upp undir val, uttan ta gjølligu viðgerð og útgreinan, sum slík umfatandi broyting sjálvsagt átti at fingið, sigur Kommunufelagið.
Felagið vil tí hava landsstýrið um sleppa ætlaninum um at broyta kommunulógávuna nú beint áðrenn løgtingsval, og í staðin taka upp samskifti við kommunurnar um møguligar broytingar í lóggávuni.