Sum støðan er nú, verður tað undir ongum umstøðum góðtikið, at vit seta eina skipan við kommunalari útjavning í verk.
Tað sigur Heðin Mortensen, býráðslimur í Havn fyri Javnaðarflokkin, og løgtingsmaður fyri flokkin.
Annars hevur floksfelagi hansara, Jóhannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin í Vágum, tosað eldhugað fyri eini kommunalari útjavning, har kommunur við høgum inntøkum, lata burtur av til kommunur við lágum inntøkum.
Les eisini: Tey ríku økini í landinum skulu rinda til tey fátæku økini
Spurningurin er frammi av og á, men Tórshavnar Kommuna hevur ikki viljað vita av eini slíkari skipan.
Og tá ið vit spyrja Heðin Mortensen, hvat hann heldur um ætlanina hjá floksfelaganum í Vágum, sigur hann, at tað kann tað ikki verða talan um.
– Fyrsta treytin fyri at seta eina kommunala útjavning í verk, er at útgangsstøðið er tað rætta - og tað er tað ikki í løtuni, sigur Heðin Mortensen.
Hann sigur, at skulu vit tosa um útjavning, er tað ikki bara inntøkur ella útreiðslur, sum skulu útjavnast. Skulu virðini býtast javnari, skulu BÆÐI inntøkur og útreiðslur við í roknistykki, sigur hann.
Í hesum sambandi vísir hann á, at tað er ógvuliga ymiskt, hvar í landinum allar inntøkurnar av okkara fiskivinnu fella.
– Tórshavnar Kommuna fær lítið og einki burtur úr. Skal Havnin vera við í eini útjavning, skal Havnin fyrst hava sín part av inntøkunum í fiskivinnuni, ger hann púra greitt.
– Tað verður ongin útjavning av pengum úr Havnini, fyrrenn vit eisini útjavna inntøkurnar av fiskivinnuríkidøminum til Havnar, sigur hann.
Hann sigur, at ein onnur treyt eigur at vera, at landið verður skipað í færri kommunur, so at alt landið verður lagt saman í sjey kommunur.
Hann sigur, at hetta er ein trygd fyri, at peningurin, sum verður brúktur til rakstur og íløgur, verður brúktur so skynsamt sum gjørligt, og so at vit sleppa undan óneyðugum umsitingum og fleiri dupult-íløgum, eitt nú í Havnir, skúlar, og nógv annað.
– Tað er einasti vegurin fram, tí verða kommur lagdar saman, verða nógv betri umstøður at samskipa bæði rakstur og íløgur. Tað hoyrir ongastaðni heima at vit hava 29 kommunur í Føroyum, tí vit kunnu ikki hava allar hentleikar á hvørjum tanga, sigur fyrrverandi borgarstjórin í Havn.