Hetta kundi blivið - men bleiv ikki

Um henda verkætlan hevði blivið veruleiki, hevði tað ikki bara bøtt um bústaðartørvin í Nólsoy, men hjá allari kommununi. Fólk við “vanligum” inntøkum høvdu havt møguleika at sett búgv - altso eisini havnarfólk við “vanligum” inntøkum.

##med2##

Eldri í Nólsoy høvdu møguliga skift stóru sethúsini við hesi minnu tvíhúsini, og harvið høvdu sethús í Nólsoy verið leys á marknaðinum. Bústaðartørvurin hevði minkað í allari kommununi og Nólsoyarbygd hevði voksið. Men - grundað á at nakrir fermetrar manglaðu í grundstykkinum, og eingin vilji var at broyta byggisamtyktina, datt hetta á gólvið!

##med3##

Tórshavnar Kommuna er fjølbroytt - við fleiri forstøðum, býlingum, bygdum og oyggjum -Tí eigur byggiloyvispolitikkurin á Vaglinum eisini at verða fjølbroyttur! Tað er ikki gagnligt at føra ein “ein kommuna, ein politikk” á økinum. Fleiri av hesum støðum eru gamlar búsetingar, við eldri byggimynstri og smærri grundstykkjum, og hava ikki sama møguleika til stór grundstykkir, sum t.d. undir Kongavarða ella í Hoyvíkshaganum.

Ein fjølbroyttari og liberalari byggiloyvispolitikkur hevði altso lovað hesi verkætlan, og tíverri kann eg siga, at henda verkætlanin er ikki tann einasta bústaðarbygging í Nólsoy, sum er steðgað, tí byggiloyvispolitikkurin er fýrakantaður og stirvin.

Eg vil arbeiða fyri einum fjølbroyttari og liberalari byggiloyvispolitikki, har tað gevur meining, og sum vil verða við til at minka um bústaðartørvin.

Karlot Hergeirsson

Valevni hjá Framsókn