– Hetta kemur eitt sindur óvart á meg. Tað ásannar Jógvan Skorheim, løgtingsmaður fyri Sjálvstýri, og borgarstjóri í Klaksvík.
Ætlanin hevur verið at flyta heilsumiðstøðina í Klaksvík inn á Klaksvíkar Sjúkrahús og Løgtingið hevur sett 15 milliónir krónur av til endamálið.
Men tað hevur fingið politikarar í Klaksvík á gos, eitt nú Elsebeth Mercedis Gunnleyfsdóttir, sum kallar hetta eina dáragerð, og Gunvá við Keldu, sum staðfestir, at tað verður ikki við hennara hjálp, at hetta verður sett í verk.
Og tað undrar Jógvan Skorheim, tí hann sigur, at hetta er ein gomul ætlan, sum øll hava verið sannførd um, var tann einasta rætta loysnin Málið hevur eisini verið til viðgerðar í Klaksvíkar býráð fyri nøkrum árum síðani, tá ið bæði Elsebeth Mercedis Gunnleyfsdóttir og og Gunvá við Keldu tóku undir við at alt virksemið varð savnað undir sama taki, sigur hann.
Tí undrast hann á, at tey, sum hava verið púra sannførd um, at hetta var tað einasta rætta, nú hava eina heilt aðra støðu, beint sum ætlanin er at seta tað í verk, og peningur er settur av til endamálið.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr Jógvan Skorheim greiða frá, hví hann undrast á øsingina, sum nú er um, at læknamiðstøðin í Klaksvík skal flytast










