Hetta kann verða størsti dagur nakrantíð hjá 07 Vestur

Fyri 11 árum síðani var tað ásetingin um mál á útivølli, ið var orsøkin til, at vágaliðið ikki vann seg í steypafinaluna

Mads Borchers skoraði bæði 07 Vestur málini í fyrru hálvfinaluni á Dungasandi í Sørvági

Klokkan 18.30 í kvøld verður fyrsta bríksl í Klaksvík, har KÍ og 07 Vestur fara at dystast um pláss í finaluni um løgmanssteypið, sum verður leygarkvøldið 29. oktober. Tað er vindur og regn nú seinnapartin, men forsøgnin boðar frá betri fótbóltslíkindum í kvøld. Tað verður turt og 7 metrar um sekundið av vestri.

 

Seinastu ferðirnar – bæði á heimavølli og útivølli – hava 07 Vestur fjepparar verið bæði sjónligir og mælskir, og soleiðis verður tað eisini í Klaksvík í kvøld.

 

Hjá KÍ snýr tað seg um at vinna steypafinaluna og harvið greipuna, og hjá 07 Vestur snýr tað seg um fyri fyrstu ferð nakrantíð at vinna løgmanssteypið og steypakappingina yvirhøvur.

 

Fyrri hálvfinalan var á Dungasandi í Sørvági mikukvøldið 7. september. Úrslitið var 2-2, og tað vóru tveir spælarar, sum skoraðu málini. Mads Borchers legði heimaliðið á odda 1-0 í 8. minutti, og tríggjar minuttir undan leikloki javnaði hann til 2-2. Páll A. Klettskarð javnaði til 1-1 10 minuttir eftir steðgin, og sjey minuttir seinni legði hann KÍ á odda 2-1.

 

KÍ hevur ikki vunnið steypafinaluna síðani 2016. KÍ hevur vunnið steypakappingina seks ferðir – ísafjarðarsúluna tvær ferðir og løgmanssteypið fýra ferðir.

 

07 Vestur hevur ongantíð vunnið seg í steypafinaluna. Í 2011 var um reppið, at tað eydnaðist at vinna finalupláss. 07 Vestur var í hálvfinaluni ímóti ÍF, sum vann 1-0 á heimavølli. Í Sørvági vann heimaliðið 2-1. So stóð á jøvnum 2-2, men ÍF málið á útivølli bar við sær, at tað vóru fuglfirðingar, sum spældu finalu ímóti EB/Streymi, sum í Klaksvík vann 3-0. Ásetingin, at mál á útivølli eru avgerandi, tá ið tað samantalt stendur á jøvnum, er ikki galdandi longur. Tí er setningurin hjá 07 Vestur í kvøld at vinna – í vanligari leiktíð, eftir longda leiktíð ella brotssparkskapping – og fyri fyrstu ferð nakrantíð at verða partur av steypafinalu.

 

Bara ein av teimum, sum nú fyrireika seg at fara úr Vágum og norður til Klaksvíkar, var við í 2011, tá ið mál á útivølli var orsøk til, at 07 Vestur ikki vann seg í finaluna. Tað er Tór-Ingar Akselsen, sum tá var liðformaður, og sum nú er hjálparvenjari.

 

Hjá KÍ er Odmar Færø framvegis darvaður av skaða í fótinum. Patrick Da Silva og Jonn Johannesen eru tøkir aftur eftir skaðasteðg.

 

Hjá 07 Vestur verður Ári Arge ikki við aftur í ár, tí hann hevur brotið hondina. Teitur Olsen er skaddur, og so er tað ivasamt, um Jasper Van Der Heyden er førur fyri at spæla. Hann var ikki á listanum, tá ið 07 Vestur sunnudagin var í Streymnesi, har dómarin eftir 55 minuttir gjørdi av at gevast, tí veðrið var so vánaligt. Tá ljóðaði, at Michael Schjønberg spardi Jasper Van Der Heyden fyri at hann skuldi verða førur fyri at spæla í kvøld. Hákun Edmundsson og Dan Fróðason eru langtíðarskaddir. 

 

KÍ hevur vunnið allar tríggjar landskappingardystirnar ímóti 07/Vestur í ár - 3-0 og 2-0 í Klaksvík og 6-0 í Sørvági.

 

KÍ – 07 Vestur: Petur Reinert kl. 18.30.

 

Mads Borchers skoraði bæði 07 Vestur málini í fyrru hálvfinaluni á Dungasandi í Sørvági