Nú eru ætlanir frammi um at framskunda gerð av tunlunum Norð um Fjall. ´
Í gjár fingu floksformennirnir eitt skriv frá Hvannasunds og Viðareiðis kommunu um alternativa fígging til at gera tunlarnar Norð um Fjall.
Landsstýrismaðurin við samferðslumálum, Henrik Old hevur verið á fundi um ætlanirnar, og var gestur í Rás 2 á miðdegi.
- Tey eru ótolin, og tað hava tey allar góðar grundir til. Tey skjóta upp, at man í tíðarskeiðnum frá 2018 til 2024 játtar 315 milliónir krónur, frá 2018 til 2020 25 milliónir krónur, og frá 2021 til 2024 60 milliónir krónur um árið, sigur Henrik Old.
Hetta krevur tó, at verklagslógin um Norðoyatunnilin verður broytt, so at Norðoyatunnilin kann veita trygdin fyri láninum, sum er neyðugt, fyri at gera tunlarnar Norður um Fjall.
Hann vísir tó á, at frá 2020 fer Sandoyartunnilin at krevja 50 milliónir krónur um árið og hann óttast, at ein íløga á 110 milliónir krónur verður ov tung hjá búskapinum at bera.
- So tað hevði kanska verið betur at koyrt tað aftur um, tá landið var liðugt at rinda fyri Eystur- og Sandoyartunlarnar, sigur hann.
Enn er ikki greitt, hvussu nógv tað fer at kosta at byggja tunlarnar, sigur landsstýrismaðurin. Kommunurnar tosað um at seta 315 milliónir krónur av, men ongar veruligar kanningar ella metingar eru gjørdar.
- Ætlanin er ikki, at tunlarnir Norður um Fjall skulu vera gjaldstunlar, men heldur at man heldur fram við tí lánið, sum Norðoyatunnilin fær, sigur Henrik Old. Síðani skal lánið rindast aftur gjøgnum bummgjaldið í Norðoyatunlinum.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Henrik Old.