Hetta kann fara at raka Vága Floghavn hart fíggjarliga. Tað sigur Jákup Egholm Hansen, flogvallarleiðari á flogvøllinum í Vágum. Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í vinnumálum, hevur lagt eitt uppskot fyri Løgtingið um at seta broytingar í donsku lógini um flogferðslu, í gildið í Føroyum eisini.
Vága Floghavn sigur, at í teirri gomlu lógini stendur, at ráðharrin í flutningsmálum í Danmark hevur heimild til at avmarka, ella at bannað, flogferðslu í Føroyum av trygdarávum, ella tá ið hernaðarligar orsøkir eru til tað. Men nú er ætlanin at víðka hesa heimildina so, at ráðharrin eisini fær heimild til at avmarka, ella banna, flogferðsluna í Føroyum »av øðrum serligum orsøkum«
Tey í Vága Floghavn vilja fegin, at tað verður útgreina, akkurát nær myndugleikarnir í Danmark hava heimild til at avmarka, ella at banna flogferðslu í Føroyum. Tey vísa á, at hetta kann fáa stórar, fíggjarligar avleiðingar fyri flogvøllin í Vágum.
Magnus Rasmussen sigur í eini viðmerking til Løgtingið, at eitt endamál við hesum er at forða fyri, at flogið verður uppi yvir ávísum økjum í sambandi við almennar, útlendskar, vitjanir, og annað, tá ið vandi er fyri trygdini, ella tá ið talan er um hernaðarligt øki. Í slíkum førum er talan um avmarkingar, sum bara eru galdandi í stutta tíð, kanska í nakrar dagar ella bara nakrar tímar.
Men eitt annað endamál er eisini at banna flúgving úr ávísum økjum ella úr ávísum londum. Hetta er ein avleiðing av koronu, sum greitt hevur víst, at tørvur kann vera á at nokta flogførum úr ávísum londum at lenda í ríkinum.
– Loftferðsla gongur so skjótt, at tað eru ikki stundir at viðgera eitt forboð eftir vanligum reglum. Hetta er eisini orsøkin til, at danski ráðharrin fær heimild at steingja loftrúmið beinanvegin við eini fráboðan.
Samstundis ber tað til hjá danska ráðharranum at steingja loftrúmið yvir Danmark, uttan at tað rakar Føroyar ella Grønland. Men tað stendur eisini, at allar avgerðir um at steingja loftrúmið yvir Føroyum, ella at avmarka flúgving í ávísum økjum í føroyskum øki, skulu takast í samráð Landsstýri.
Magnus Rasmussen væntar ikki, at tað fer at fáa fíggjarligar avleiðingar fyri Vága Floghavn. Hinvegin metir hann, at verður avgerð tikin um at steingja loftrúmið yvir Føroyum, fyri at forða fyri smittandi sjúku, ella øðrum hóttanum, uttaneftir, er talan um eitt slag av neyðrætti, sum ikki automatiskt geva rætt til fíggjarligt endurgjald.