Tað kann saktans vera ein av uppgávunum hjá Bústøðum at byggja barnaheim. Tað sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum. Men hon leggur afturat, at hon dámar betri at kalla tað barnaverndarstovnar, heldur enn eitt barnaheim,
Sum vit skrivaðu leygardagin, upplýsti løgmaður í ólavsøkurøðu síni, at ætlanin er, at Bústaðir skulu byggja Barnaheim.
https://www.in.fo/news-detail/news/bustadir-skal-byggja-barnaheim-fyri-landsstyrid/Bústaðir skal byggja barnaheim fyri landsstýrið
Sostatt hevur hendan samgonga heilt aðrar ætlanir á hesum øki, enn undanfarna samgonga hevði - og sum varð av ongum.
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður vísti á, at Bústaðir skulu fáa heimild til at læna 400 milliónir til at seta gongd á nýggja bygging.
Helvtin av hesum, ella 200 milliónir, skulu markast til at byggja almannagagnligar bústaðir fyri. Og í hesum sambandi nevndi hann eitt nýtt barnaheim, lestrarbústaðir og vardar bústaðir, eisini herundir búfelagsskapir og sambýli.
Og tað tekur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, undir við, tí hon heldur, at barnaverndarstovnar kunnu koma undir heitið almannagagnlig endamál.
Undanfarna samgonga setti sær fyri at byggja nýtt barnaheim fyri góðar 60 milliónir krónur, men so hvørt sum tíðin gekk, hækkaði prísurin alsamt og tá ið prísurin var komin upp á yvir 130 milliónir, fingu tey kaldar føtur og løgdu ætlanina á hillina.
Síðani kom løgtingsval og núverandi samgonga ætlar sær eisini at byggja bústovnar til børn, og vaksin við serligum tørvi.
– Spurningurin er um vit skulu hava ein stóran stovn, sum undanfarna samgonga ætlaði við barnaheimi og familjudepli, ella um vit skulu hava smærri bústovnar, sum eru meiri heimligir, sigur hon.
– Tað, sum liggur púra greitt, er, at vit skulu hava betri umstøður til tey børnini, tí støðan kann ikki halda fram, sum hon er nú, sigur hon.
Og sjálv sær hon fyri sær, at tey fara at byggja nakrar barnaverndarstovnar, sum gera tað fjálgari og heimligari hjá hesum børnunum, heldur enn at byggja ein stóran stovn.
Hon sigur, at hetta eru alt spurningar, sum verða kannaðir í løtuni, so í løtuni fær hon einki sagt um, hvussu byggingin verður skipað, ella hvar í landinum, tað skal byggjast.
Tey, sum hava bústað frá Bústøðum, rinda leigu, men tá ið talan er um børn, verður tað Almannaverkið, sum verður at rinda fyri leiguna, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.
Annars er tað, longu sum er, Almannverkið, sum rindar fyri Barnaheimið. Men, hvussu tað endaliga verður skipað, før hon sostatt ikki sagt við vissu enn.
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur vísir eisini á, at ætlanin er eisini st byggja aðrar stovnar, sum ikki skulu fíggjast av Bústaðum, men á fíggjarlógini. Talan er um at byggja ein stovn í Suðurstreymoy til børn og ung við autismu. Tann ætlanin varð eisini løgd á hillina, tí tað varð alt ov dýrt.
Tískil varð útbjóðingin tikin aftur, men landsstýriskvinnan sigur, at ætlanin er avgjørt at taka tað arbeiðið upp aftur. Hinvegin er ikki greitt enn, hvussu tað verður skipað.
– Vónandi verður tað klárt at bjóða hesa verkaætlana út aftur um ikki so langa tíð og í løtuni verður arbeitt við at finna sparingar, sum kortini ikki skulu gera bygningin verri hóskandi til endamálið.
Harumframt verður eisini arbeitt við sambýlinum í Hoyvík, sum er til fólk við menningartarni og har vónar landsstýriskvinnan, at spakin verður settur í, áðrenn hetta árið er farið.
Arbeiðið at gera sambýli á Argjum, til fólk við menningartarni og fjølbreki, er ikki komið so langt enn. Men ein orsøk til tað, er, at grundstykkið hevur ikki verið til taks at byggja á fyrr enn fyri einum mánað síðani, tí er sambýlið heldur ikki projekterað enn, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.