Hetta kann als ikki góðtakast

Enn eitt felag átalar landsstýrið fyri arbeiðslagið tí tey siga, at tað er meiningsleyst

– Hetta kunnu vit als ikki góðtaka.

Kommunufelagið átalar arbeiðslagið hjá landsstýrinum, tí soleiðis sum framferðin nú er, er tað meiningsleyst.

 

Landsstýrið ætlar at leggja uppskot fyri Løgtingið um at seta krøv til tey, sum fáast við at seta hitapumpur upp fyri fólk.

 

Í hesum sambandi hevur landsstýrið sent ymsum felagsskapum uppskotið til viðmerkingar, og eisini Kommunufelagið hevur fingið tað til viðmerkingar.

 

Men Kommunufelagið sigur, at freistin at gera viðmerkingar, er so stutt, at ber slett ikki til at geva eitt ordiligt svar.

 

Tey siga, at tey fingu uppskotið fríggjakvøldið 27. januar klokkan 23.40. Men freistin at lata svar inn var longu annan februar, ella hósdagin í vikuni eftir.

 

– Við øðrum orðum hevur kommunufelagið tríggjar yrkadagar at avgreiða málið, staðfestir Dennis Holm, formaður í Kommunufelagnum.

 

Upp á hesar tríggar dagarnar skal uppskotið sendast øllum kommununum, har viðkomandi fakfólk á økinum skulu lesa tað og gera sínar viðmerkingar, sum tey síðani senda Kommunufelagnum aftur.

 

Síðani skal felagið seta hoyringsskrivið saman og fáa tað góðkent politiskt, áðrenn tað verðru sent landsstýrinum aftur.

 

Tey í Kommunufelagnum staðfesta, at hetta letur seg rætt og slætt ikki gera upp á tríggjar dagar.

 

Hoyringar eru ein týðandi tættur í okkara fólkaræði, men at senda uppskot til hoyringar, uttan at geva hoyringspørtunum veruligar møguleikar at svara, er meiningsleyst, sigur Dennis Holm.

 

Hann heldur, at tá er hoyringin innantóm og er bara eitt eiti, har endamálið er at fáa tað at síggja út sum um eitt fólkaræði.

 

Tey siga, at tey hava áður skotið upp, at hoyringsfreistirnar eru minst seks vikur og tey halda framvegis, at hetta er ein hóskandi freist, skal hoyringin virka í verki.

 

Tey í Kommunufelagnum eru ikki tey einastu, ið finnast at arbeiðslagnum hjá landstýrinum. Les  eisini: Hetta er als ikki ílagi