Hetta hoyrir ongastaðni heima

Nýggi NSÍ venjarin heldur, at liðið sum skjótast skal vinna stig fyri at sleppa úr botninum og blanda seg í stríð ovari á talvuni

Tað eru nýggjar tíðir í NSÍ. Sámal Erik Hentze, sum hevur vunnið meiri enn nakar annar venjari í hesi øldinin, er nýggjur venjari. Hann heldur, at tað ikki er, sum tað skal vera, at NSÍ eftir 15 umfør hevur 15 stig og bara er fýra stig frá niðurflytingarplássi. Eisini 07 Vestur hevur 15 stig.

 

-NSÍ plagdi at flyta millum tvær tær ovastu deildirnar í 70unum, 80unum og 90unum. Nógvu tey seinastu árini hevur tað snúð seg um heiðursmerki og luttøku í Europa. Nú er setningurin hjá okkum at vinna dystir og vónandi flyta okkum burtur frá botnstríðnum. Hvat tað í heyst fer at enda við, fáa vit at síggja. Vit arbeiða miðvíst, og lagið er gott, sigur nýggi NSÍ venjarin Sámal Erik Hentze.

 

Í summarsteðginum hevur NSÍ skrivað sáttmálar við tríggjar nýggjar spælarar – Mathias Nielsen, Miska Rautiola og Lukas Giessing.

 

Í sjeynda umfari var NSÍ í Sørvági, og tá vann 07 Vestur 3-2. Tá skoraði Mads Borchers hattrikk, áðrenn NSÍ svaraði aftur við málum, sum Hans Marius Davidsen og Klæmint A. Olsen skoraðu.

 

07 Vestur liðformaðurin Høgni Egilstoft Nielsen er farin at telva í OL kappingini, sum næstu vikurnar verður í India.

 

NSÍ – 07 Vestur: Eiler Rasmussen kl. 18.00.