Skeinkistaðið Skarv mitt í danska høvuðsstaðnum er eitt slag av heimavølli hjá føroyingum í Danmark. Í 1975 lat Skarv á fyrsta sinni dyrnar upp, og síðani hevur staðið verið partur av útisetaumhvørvinum í Keypmannahavn. Nú rekur Siri Thorsteinsson, dóttir upprunaliga eigaran, Skarv.
Koronutíðin hevur verið sera avbjóðandi fyri skeinkistaðið.
– Hetta hevur verið tað mest frustererandi, eg havi upplivað í lívinum. Eg havi verið nervøs, stúrin, bangin, ótrygg, tí eg havi ikki vitað, hvat fór at henda við Skarv, sigur Siri Thorsteinsson við Sosialin um vikuskiftið.
– Korona hevur forðað fyri virkseminum, og vit fáa einki at vita um, hvat framtíðin fer at bjóða. Soleiðis hevur tað verið í meira enn eitt ár, og tað hevur verið sera hart. Hetta er livibreyðið hjá mær, og eg veit ikki, um eg eri keypt ella seld. Høvdu vit ikki havt eina uppsparing, høvdu vit farið á heysin, meðan vit bíðaðu eftir at fáa hjálp.
– Tíbetur hevur danski staturin latið okkum fíggjaliga hjálp, og hjálparpakkarnir hava bjargað Skarv. Vit fáa hjálp til útreiðslur, og tað eri eg sera fegin um, tí tað heldur okkum uppi. Hinvegin er ótryggleikin framvegis stórur, og tað ber ikki til at forvinna pengar undir hesum umstøðum, sigur hon.
Longri samrøða við Siri Thorsteinsson kann lesast í Sosialinum hetta vikuskiftið.