Hetta gera vit aftur

Fyrireikararnir eru sera fegnir um góðu undirtøkuna, sum Stokkseyra festivalurin fekk millum fólk, og teir tosa longu um at endurtaka tiltakið næsta ár

Tað var í 2003, at Benedikt Guðmundsson keypti gamla frystihúsið á Stokkseyri og læt sama árið upp eitt museum. Síðani hevur hann víðkað konseptið til eisini at umfata framsýningar við trøllum og øðrum.

Hetta er triðja árið, at hann, saman við Reynir Már Sigurvinssoni, skipar fyri einum festivali á Stokkseyri, og hesaferð hevði hann valt at lata festivalin hava eitt føroyskt tema.

- Eg var í Føroyum í 2007 til North Western Travel Mart, og bleiv púra burtur í tykkara vakra landi. Eg havi síðani verið tvær ferðir í Føroyum, seinast á ólavsøku í fjør, og tá hitti eg Kristian Blak, sigur Benedikt Guðmundsson – ella Benni, sum hann vanliga verður nevndur.

Teir báðir gjørdu tá av, at festivalurin í ár skuldi hava føroyskar tónleikarar og føroyskan dans á skránni.

Við vóru so frægir tónleikarar sum Jens Marni Hansen, Kim Hansen og Terji Rasmussen, sum øll kvøldini spældu saman við Paula Magnussen. Við á ferðini vóru eisini Kristian Blak, Angelika Nielsen, Simme Jacobsen og Kolbein Simonsen. Eisini spældi Hilmar Joensen upp á harmoniku, umframt at hann var við at skipa fyri føryska dansinum.

 

Sera fegin

Benni Guðmundsson er fram úr væl nøgdur við festivalin, sum hann skipaði fyri farna vikuskifti.

- Hetta er nógv best vitjaði fastivalurin higartil, og vit fara heilt víst at skipa fyri líknandi festivali komandi ár. Sjálvandi eisini við føroyskum luttakarum, sigur Benni Guðmundsson.

Sambært fyriskiparanum lótu fólk eisini sera væl at øllum tiltøkunum, sum vóru um vikuskiftið. Bæði dansitónleikinum, føroyska dansinum, konsertunum hjá Simma og konsertunum hjá Kristian Blak og Angeliku Nielsen.

Eitt nú skipaðu føroyingarnir fyri undirvísing í føroyskum dansi, eins og teir høvdu framsýning av ymsum dansispølum.

Sunnukvøldið var tað heilt stóra kvøldið, tí íslendingar høvdu frídag mánadagin, ein sonevndur verkamannadagur. Stórt bál varð kynt klokkan 22, og Simme við øðrum føroyskum tónleikarum undirhelt. Eisini var stórt fýrverkarí, tá bálið var útbrent.

- Um dagin hava verið føroyskir familjudagar, og fólk eru komin langvegis frá at verða við. Til dansin um kvøldarnar hava eisini verið rættiliga nógv fólk, so hesin føroyski festivalurin verður heilt víst á hvørjum ári her eftir, sigur Benni Guðmundsson.