Hetta ger okkum serstakliga fegin

Kendu miðil innan ferðavinnu er hugtikin av, hvussu Føroyar halda seg frá hópferðavinnu og tað ger okkum til eitt av fremstu ferðamálum næsta ár

Kendi ferðamiðilin Lonely Planet hevur valt Føroyar sum eitt av fremstu ferðamálum í 2021. Tað fortelur Visit Faroe Islands í einum tíðindaskrivi í morgun.

Í síni grundgeving fyri tí sigur dómsnevndin, at Føroyar gevur ferðafólki autentiskar og ógloymandi upplivilsir, ið geva nakað aftur til samfelagið. 

 Hetta er ein heiðurslønin, ið verður latin á hvørjum ári og í dómsnevndini eru fremstu serfrøðingar hjá Lonely Planet í ferðavinnu.

 Í grundgevingini sigur dómsnevndin, at tey eru hugtikin av, hvussu Føroyar áhaldandi velja at halda seg frá hópferðavinnu, og ístaðin leggja dent á at geva ferðafólki eina meira autentiska og persónliga ferðavinnu, har dentur verður lagdur á at geva ferðafólki tætt samband við føroyingar og føroysku mentanina. Tey vísa millum annað á heimablídni, Hoyma konsertir og Closed for Maintenance átakið sum dømi. 

Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands, sigur í tíðindaskrivinum, at hetta er ein stórhending Føroyar. Men hon leggur afturat, at orsøkirnar til, hví vit fáa hesa viðurkenningina, ger tey serstakliga fegin.

Hetta týðir uppá, at tað, sum vit løgdu út í kortið í okkara menningarætlan fyri ferðavinnuna, hevur riggað, og tað er ein staðfesting av, at vit eru á rættari leið, sigur hon.