Hetta fer hann at gera fyrst

Hermegin skal endurmennast, meðan handilsavtalur skulu setast úr gildi

Á seinasta valfundinum kunngjørdi Donald Trump hvat hann ætlar sær at gera fyrstu 100 dagarnar, hann er forseti.

 

Fremja størstu skattalækkan síðani Ronald Reagan var forseti

Partafelagsskatturin skal skerjast úr 35 niður í 15 prosent fyri at eggja virkjum at flyta vinnuframleiðsluna aftur til USA. Hann ætlar eisini at minka skattin á lægstu inntøkunum.

 

Hann ætlar sær at strika allar arbeiðsdrepandi leiðreglur

Ætlanin er at snara búskapinum aftur frá tænastum til vinnuframleiðslu. Donald Trump ætlar sær fyrst og fremst at satsa upp á vanliga vinnu og vanligar orkukeldur.

 

Verja átrúnaðarligt frælsi

Donald Trump legði í seinastu talu síni stóran dent á, at hann er forsprákari fyri átrúnaðarligum frælsi. Hann hevur tó fyrr sagt, at hann vil nokta øllum muslimum innferð í USA.

 

Taka sær av krísgveteranunum

Donald Trump hevur lovað at geva øllum krígsveteranunum viðgerð á hægsta stigi.

 

Endurbyggja hermegina

Egnu áhugamálini hjá USA skulu setast fremst. Teir sameindu mugu bera ein størri part av kostnaðinum av síni egnu verju. Hernaðarliga amerikanska nærveran í útlondum skal niðurlagast. Samstundis lovar hann at herða stríðið móti yvirgangi.

 

Frítt skúlaval

Donald Trump hevur sagt, at hann var heppin, við tað at familjan hevði ráð at senda hann á ein góðan skúla. Hann ynskir, at allir amerikanarar skulu fáa sama møguleika.

 

Strika felags lærukravið nevnt Common Core

Common Core er eitt altjóða akademisk standardmál fyri støddfrøði og enskan málførleika. Trump ynskir í staðin, at lærukravið skal spretta úr USA sjálvum.

 

Verja rættin at bera vápn

Donald Trump er ein sterkur stuðul av vápnalógini í USA og hevur millum annað skotið upp, at lærarar eiga at kunna bera vápn, fyri at forða fyri hópdrápum á skúlum.

 

Strika Obamacare fyrsta dagin

Heilsutrygdin Obamacare skal strikast, sigur Donald Trump, og í staðin skal ein onnur skipan gerast, bygd á frælsa marknaðin. Inngjaldið til hesa heilsutænastuna skal kunna dragast frá í skatti.

 

Taka seg úr fríhandilsavtaluni TPP og endurskoða NAFTA-avtaluna

Donald Trump er ímóti fríhandilsavtalum sum TPP og TTIP, sum hann heldur kosta amerikansk arbeiðspláss. Hetta er í stríð við vanliga politikkin hjá republikanska flokkinum.

 

Seta hægstarættsdómara í staðin fyri Antonin Scalia

Donald Trump ynskir at tryggja ein konservativan meiriluta í hægstarætti. Síðani Antonin Scalia doyði í februar hava átta dómarar sitið í hægstarætti – fýra liberalir og fýra konservativir. Antonin Scalia var vanliga roknaður millum teir konservativu.

 

Steðga tilflyting frá londum, sum hava lyndi til yvirgang

 

Hann hevur eisini lova, at hann ætlar sær at brúka fyrstu 100 dagarnar upp á gera skattalógirnar einklari, eins og at steðga ólógligari tilflyting. Donald Trump er harðliga ímóti at geva teimum 11 miljónunum av ólógligum tilflytarum nakað slag av amnesti. Hann er eisini kendur fyri sínar ætlanir um at byggja ein múr á markinum millum USA og Meksiko.

 

Hann ætlar sær eisini at varðveita fangaleguna í Guantánamo-víkini og at lata amerikanska herin sleppa at brúka vatntortur aftur.