Hetta fer at gera mun

Hetta er eitt slóðbrótandi samstarv, sum fer at síggjast aftur

Tina í Dali Wagner í Filmshúsinum, vinstrumegin, og Áslaug í Betri, skriva undir nýggju avtaluna

Filmshúsið og Betri hava nú gjørt eina avtalu, sum tryggjar føroyskum filmi tríggjar milliónir at arbeiða við hesi næstu trý árini.

 

Stuðulin skal brúkast til at menna nýggjar føroyskar søgur á filmi ella í sjónvarpsrøðum, umframt at menna tey, sum fáast við film, og at stuðla ítøkiligum verkætlanum við munagóðum upphæddum.

 

Tað er Stuðulsgrunnurin hjá Betri, sum setir tríggjar milliónir av til filmsvinnuna í Føroyum. At stuðla føroyskum filmi er at stuðla føroyskum máli, føroyskari mentan og føroyskum listagreinum, sigur Aslaug Gísladóttir, forkvinna í Betri stuðul.

 

Hon leggur afturat, at filmsvinnan í Føroyum er í menning, men enn er tann almenni stuðulin ikki á sama stigi, sum í grannalondunum, sigur hon.

 

– Vónin er, at føroyskar søgur á filmi verða ein sjálvsagdur partur av okkara mentanarliga palli, sigur Aslaug Gísladóttir.

 

Í hesum sambandi skal stuðulin brúkast til trý øki.  Eitt øki er at stuðla størri verkætlanum, umframt til at menna verkætlanir frá hugskoti til framleiðslu. Og í triðja lagi skal stuðulin brúkast til skeið og onnur tiltøk, sum hava til endamáls at menna yngru spírarnar, sum gera film.

 

– Tríggjar milliónir hesi næstu trý ár kunnu av álvara gera mun, sigur Tina í Dali Wagner, dagligur leiðari í Filmshúsinum í tíðindaskrivi. Tað er eitt rættiligt nýbrot, at ein privat fyritøka stuðlar upp á hendan mátan, sigur hon

 

Tina í Dali Wagner í Filmshúsinum, vinstrumegin, og Áslaug í Betri, skriva undir nýggju avtaluna