Hetta fer at fáa avleiðingar fyri trivnaðin í Sandoynni

Løgtingsmaður undrast av avgerðina

– Eg havi ongantíð vitað, at tað hava verið færri enn 12 fólk við seinasta túrinum til Sandoynna.

Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin. Tí hevur hann nú biðið spurt Jørgen Niclasen, landsstýrismann í samferðslumálum, og í fíggjarmálum, hvussu hann heldur, at tað fer at ávirka trivnaðin í Sandoynni, at ferðaætlanin verður skerd.

Strandferðslan hevur fingið farmaskipið, Hasfjord og síðani hevur hon boðað frá, at tað er ikki fígging til at varðveita sama tænastustig í Sandoynna, og út í Hest, sum higartil.

Tí hevur eitt uppskot hjá Strandferðsluni verið, at strika teir báðar seinastu túrarnar hjá Teistanum um kvøldið, og at lata Hasfjord sigla teir. Hasfjord tekur 12 ferðafólk, tá ið bilførarar við bilum, sum eru við, eru taldir upp í.

Og nú vil Aksel V. Johannesen hava landsstýrismannin at greiða frá, hvussu hann heldur, at hetta fer at ávirka trivnaðin í Sandoynni.

– Gongst sum ætlað, verður koyrandi ímillum Streymoynna og Sandoynna í 2023. Tað eru altso í minsta lagi trý ár afturat, at fólk og virksemi í Sandoynni eru tengd at almennu samferðsluni, sigur Aksel V. Johannesen.

Tí undrar tað hann, at so stórar broytingar verða gjørdar í ferðaætlanini í bíðitíðini.

– Sjálvur eri eg javnan á Sandoynni og eg havi ongantíð vitað, at tað hava verið færri enn 12 fólk við tann seinasta túrin, sigur hann.

– Eru tiltøk, ella veitslur, í oynni, eru tað stórir bólkar av fólki, sum hava fyri neyðini at sleppa heim aftur við einum av kvøldtúrunum, leggur hann afturat.

Og sjálvur ivast Aksel V. Johannesen ikki í, at skerjingar fara at hava avleiðingar fyri trivnaðin í oynni.