Hetta fær bara sjómenn at blaka burturkast í havið

Vit mugu fáa eina avtalu um, hvør skal rinda, siga bæði borgarstjórin í Runavík, og stjórin í IRF

Fáa vit eina avtalu um, hvør skala rinda fyri tað, er vandi fyri, at burturkast bara verður tveitt aftur í havið.

Tað heldur Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavík.

Tað, hann sipar til, er, at tá ið skip eru til fiskiskap, hendur seg av og á, at tey eisini koma fram á gomul trol og annan fiskireiðskap, sum onnur skip hava mist, og sum sostatt liggur og flýtur í sjónum.

Nakað síðani høvdu tey eitt dømi um hetta í Runavík, har ein trolari fekk eitt stórt trol í einum háli.  

– Hetta er eitt trol, sum er frá onkrum øðrum trolara, men manningin á trolaranum úr Runavík var so beinasom at taka tað við til lands, heldur enn at tveita tað aftur í havið.

– Trupulleikin tók seg upp, tá ið trolið var komið á bryggjuna í Runavík at liggja, tí eingin myndugleiki vildi átaka sær ábyrgdina av at beina tað burtur, hvørki IRF, Vørn, ella Fiskimálaráðið - og eyðvitað kundi reiðarin heldur ikki hava ábyrgdina av hesum

– Sostatt kom kommunan at hanga upp á at beina tað burtur, og tað gjørdu vit so, sigur borgarstjórin.

Fyri nøkrum døgum síðani skrivaðu vit, at Runavíkar Kommuna, útgerðarfelagið, Faroe Origin í Runavík, Kommunufelagið, havnarmyndugleikarnir, og IRF eru farin í eitt samstarv, sum ber í sær, ar tveir trolarar í Runavík skulu taka alt burturkast upp, tey fáa fatur á, og føra tað til lands.

Í landi skal kommunan átaka sær at skilja tað eftir forskriftunum frá IRF, og so kemur IRF eftir tí, og beinir tað burtur fyri einki.

 

Les eisini: Nú fara trolarar í Runavík eisini at fiska burturkast

 

Tórbjørn Jacobsen sigur, at fyri nøkrum árum síðani var tað ein trupulleiki, at spillolja frá skipum varð latið í havið. Men síðani er ein skipan fingin í lag við IRF, soleiðis at alt spilloljan verður ført til lands, og koyrt í tangar á keiini, sum kommunan syrgir fyri at hava til taks, og so kemur IRF eftir tí.

– Tað er ikki ein trupulleiki longur og er tori at siga, at nú á døgum fær ikki ein dropi av spilloju á sjógv, sigur Tórbjørn Jacobsen.

Men hann heldur, at slíkt samstarv ímillum skip, IRF og myndugleikarnar, eigur at verða ment enn og tí heldur hann, at avtala eigur eisini at fáast um, hvussu trol, og annað verður burturbeint, og tí endar tað, sum kastibløka ímillum reiðarí, kommunu, IRF og almennu myndugleikarnar.

Tórbjørn Jacobsen sigur, at undir vanligum umstøðum er tað rættiliga dýrt at beina eitt stórt trol burtur, og tí verður neyðugt at finna eina avtalu um slíkt eisini.

Hann sigur, at eydnast tað ikki, sær hann fyri sær, at hugurin at taka slíkt við til lands, minkar, og helst verður tað bara tveitt aftur í havið.

Poul Andrias Joensen, stjóri í IRF, er púra samdur við borgarstjóran í Runavík. Hann sigur, at borgarstjórin í Runavík reisti spurningin á seinasta aðalfundi í IRF, og at tey nú fara at taka málið upp.

Stjórin í IRF sigur, at hetta er ein spurningur, hvussu útreiðslurnar til at beina slíkt burtur, skal býtast ímillum ymsar myndugleikar, og sjálvur sær hann fyri sær, at Landið má átaka sær sína ábyrgd á hesum øki.

– Eg meti, at Landið eigur at rinda ein part av kostnaðinum, tí eisini Landið eigur at hava áhugan í, at slíkt verður tikið til lands.

Hann heldur ikki, at tað er nøktandi, at tað skal vera tann einstaka kommunan, har skip av tilvild koma at bryggju eftir ein túr, sum skal hanga upp á rokningina fyri slíkt. Og tað er heldur ikki nøktandi, at tær skipsmanningar, sum gera sær ómak at taka slíkt upp, eisini skulu hava kvalir av at beina tað burtur.