Hetta eru ikki sparingar

Sambært formanninum í fíggjarnevndini hjá Løgtinginum, Anfinn Kallsberg, er talan als ikki um nakrar sparingar í Mentamálaráðnum

Formaðurin í fíggjarnevndini hjá Løgtinginum, Anfinn Kallsberg, heldur als ikki at talan er um nakrar sparingar í Mentamálaráðnum.

- Tann veruligi trupulleikin er, at tað eru for lítið av pengum í skipanini. Seinastu árini hava tað verið galloperandi útreiðslur, og um man ikki roynir at bremsa gongdini, so veksur hallið á fíggjarlógini, sum nú er omanfyri 500 milliónir krónur, sigur Anfinn Kallsberg, løgtingslimur fyri Fólkaflokkin og formaður í fíggjarnevndini.

Sambært honum er talan heldur um at Mentamálaráðið má halda seg innanfyri játtanina, ið er samtykt.

- Vit hava samtykt eina játtan til Mentamálaráðið, har trý prosent í lønarvøkstri eru íroknað. So tað einasta vit í veruleikanum hava sagt er, at tað verða ikki fleiri almenn størv sett í 2009. Trupulleikin í Mentamálaráðnum er, at eitt starv er sett afturat, og tí mugu tey taka til slík tiltøk, vísir Anfinn Kallsberg á.