Hetta er óvirðiligt og syrgiligt

- Og harafturat er tað stór skomm

- Hetta er stór skomm!

 

Tað staðfestir Jenis av Rana, tingmaður fyri Miðflokkin.

 

Tað, hann sipar til, er, at Føroyar, sum eru ein av heimsins ríkastu tjóðum, ikki vil brúka ein lítlan brotpart av ríkidøminum til at hjálpa monnum, kvinnum og børnum, sum drukna í Miðjarðarhavi dagliga.

 

Hann vísir á, at nú eru tað seks vikur síðani Løgtingið feldi eitt uppskot frá Miðflokkinum um at føroyingar skuldu senda eitt skip í Miðjarðarhav at hjálpa til fyri at linna flóttafólkakreppuna.

 

Grundgevingarnar frá Løgtinginum vóru ein undanførsla fyri og onnur eftir, og tað var, milt sagt, bæði óvirðiligt, syrgiligt og skomm fyri tey, sigur Jenis av Rana.

 

Hann sigur, at annars var ongin endi á teimum føgru orðunum um, hvussu neyðugt tað var at fáa hetta gjørt. Men tá fekk Løgtingið at vita frá landsstýrismanninum í uttanlandsmálum, Poul Michelsen, at hann arbeiðir ítøkiligt við málinum um, hvør loysn er frægast fyri flóttafólkin”i.

 

Og nú vil Jenis av Rana hava at vita frá Poul Michelsen, hvussu langt, hann er komin hesar seks vikurnar í arbeiðnum at hjálpa teimum fóttafólkum, sum dagliga drukna í Miðjarahavinum, sum hann tekur til.

 

Og samstundis spyr hann eisini landsstýrismannin, hvør luturin hjá Føroyum er í bjargingarátøkunum í Miðjarðarhavi.