– Kringvarp Føroya rekur óseriøsan tíðindafluting og bjóðar øllum sjálvstýrisveljarum av.
Tað heldur Lasse Klein, fyrrverandi formaður í Sjálvstýrisflokkinum og fyrrverandi formaður í Kristiliga Fólkaflokkinum.
Hann er misnøgdur við innslagið í sjónvarpinum í gjárkvøldið, har tey í Degi og Viku viðgjørdu úrslitið hjá Sjálvstýrisflokkinum í seinastu veljarakanningunum, sum eru dapur lesnaður fyri flokkin, tí seks av tíggju kanningum síðani valið gera av við flokkin.
Lasse Klein er annars ein teirra, sum hevur svikið flokkin. Hann meldaði seg úr Sjálvstýrisflokkinum fyri 20 árum síðani, tá hann var tingmaður og enntá løgtingsformaður. Tað førdi við sær, at samgongan hjá Maritu Petersen, løgmanni, millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldisflokkin og Sjálvstýrisflokkin misti meirilutan á tingi. Lasse Klein stillaði í 1994 upp fyri Kristiliga Fólkaflokkin, og har gjørdist hann formaður. Hann varð tó ikki afturvaldur á valinum í 1998, og síðani hevur hann ikki verið at sæð aftur á politiska pallinum – fyrr enn nú, hann aftur limur í Sjálvstýrisflokkinum og kosin floksskrivari.
Hann tekur nú til orðanna at verja flokkin.
Hann heldur, at tað er útspilling, sum Kringvarpið fremur, og at Kringvarp Føroya bjóðar veljarum Sjálvstýrisfloksins av.
– Tað var tað fyrsta eg hugsaði, tá sjónvarpið fyri aðru ella triðju ferð umrøddi Sjálvstýrisflokkin í søguligum høpi, sigur Lasse Klein í viðmerking til innslagið í Degi og Viku í gjár um veljarakanningina, sum Fynd gjørdi fyri Sosialin í vikuni.
Lasse Klein undrast á, at Kringvaprið einki nevnir um brøgd, sum Sjálvstýrisflokkurin eftir hansara tykki hevur slóðað fyri:
– Einki um slóðbrótandi arbeiði floksins, tá SVF var sett á stovn, samtíðarskattaskipanina, ÚF, fróðskaparsetrið, flogferðslu, fyrsta uppskotið um undirsjóvartunlar, nýbrot á skúla og mentunarøkinum. Yvirtøkur eftir heimastýrislógini og hóvsemi floksins, sum hevur drigið stórar partar av politisku flokkunum á Føroya Løgtingi aftan á sær í strembanini eftir úrslitum á frælsisleið, sigur Lasse Klein.
Sjálvstýrisflokkurin hevur verið umboðaður á tingi síðani floksbýtið í 1906, tá Sjálvstýrisflokkurin og Sambandsflokkurin sum fyrstu føroysku flokkar vórðu valdir á ting. Men flokkurin er minkaður í vavi, og undirtøka floksins minkað alsamt fram til 1943, tá flokkurin ikki varð valdur á ting. Í 1945 kom hann heldur ikki inn, men í 1946, løgtingsvalið eftir fólkaatkvøðuna um loysing, tá stillaðu sjálvstýrismenn upp á listanum hjá Javnaðarflokkinum. Soleiðis kom flokkurin aftur á ting í 1946, tá Símun Petur Zachariassen og Louis Zachariasen vórðu valdir á Javnaðarlistanum og endurstovnaðu Sjálvstýrisflokkin á tingi – og flokkurin hevur verið á tingi síðani.
Í 1966 fekk flokkurin bara ein mann valdan, Hilmar Kass. Í sjeyti-, áttati- og nítiárunum hevur flokkurin havt tvey og trý umboð vald, men í 2002 og í 2004 minkaði flokkurin niður á ein tingmann. Í 2008 vórðu tveir valdir, men aftur í 2011 bara ein. Seks av tíggju veljarakanningum síðani seinsta val hava givið flokkinum so lítla undirtøku, at hann einki umboð hevði fingið. Eisini seiansta kanningin.