Hetta er týdningarmesta íløga í Havn

Tað ganga heili 850 børn og bíða eftir at fáa betri umstøður - og tað fáa tey um nøkur fá ár.

 

Tórshavnar Býráð hevur nú samtykt at seta ferð á tað, býráðslimir kalla fyri ”týdningarmesta íløga í Tórshavnar Kommunu, yvirhøvur.

 

Tað er arbeiðið at byggja nýggjan stórskúla við Landavegin, sum býráðið nú hevur samtykt at seta ferð á.

 

Í hesum sambandi hevur býráðið nú í dag einmælt samtykt byggiskránna – og í dag, sum ein annan dag, verður eisini bjóðað til hugskotskapping um skúlan.

 

Skúlin verður til 850 børn, sum eru at kalla húsvill, nú kommunuskúlin er niðurlagdur, og venjingarskúlin er so uppslitin, at hann ikki er tíðarhóskandi longur.

 

Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentanarnevndini hjá býráðnum sigur, at ætlanin er at arbeiðið at gera skúlan, skal bjóðast út í juni.

 

Umstøðurnar eru so vánaligar, at tað er neyðugt at bera skjótt at, sigur hon.

 

Býráðslimir eru sera væl nøgdir við byggiskránna, sum tey kalla bæði áhugaverda og framskygda.

 

- Semja er um at leggja dent á opinleika og trivnað, umframt at skúlin eggjar til heilsugóðan lívsstíl og rørslu. Og ætlanin er eisini, at skúlin skal fáa eina heilsugóða matarskipan.

 

- Karmarnir fyri skúlan skulu vera nýskapandi og framskygdir, soleiðis at arkitektururin og námsfrøðin ganga upp í hægri eind, sigur Helena Dam á Neystabø.

 

Hon ásannar, at broytingarnar í samfelagnum seta stór krøv til skúlan nýggi skúlin setir bæði náttúruvísindi, tónleik, handverk og list á breddanum, og tað skal síggjast aftur í byggilistini.

 

 

Les eisini: Seta ferð á arbeiðið at byggja skúla til 850 børn

 

 

Eisini skulu umstøðurnar hjá næmingum við serligum tørvi vera góðar og tað verða umstøðurnar til ítrótt eisini.

 

- Skúlin fær sína egna ítróttahøll við áskoðaraplássum og hon kann býtast sundur í smærri hallir, alt eftir nýtsluni.

 

- Eisini ítróttafeløg fara at fáa gagn av ítróttahøllini.

 

Somuleiðis verður dentur lagdur á, at áherðslu á, at økið uttanum skúlan skal verða ein sjálvsagdur partur av skúlanum, byggilistini og námsfrøðini.

 

- Útiøkini skulu eggja til rørslu, uttandura tilhald og tað at læra. Veðurlagið gevur avbjóðingar, men eisini møguleikar, sum skulu gagnnýtast, sigur forkvinnan í mentanarnevndini.

 

Nýggi skúlin verður 1670 fermetrar til støddar og hann verður heilt liðugur í 2020. Men tey fyrstu børnini flyta inn í 2018.