Hetta er tað, sum Bill Justinussen royndi at sleppa undan at svara uppá

Tað vóru nakrir spurningar um viðlikahald á Landssjúkrahúsinum, sum landsstýrismaðurin í heilsumálum, royndi at snúgva sær undan at svara upp á. Men nú verður hann noyddur at svara

Fyrispurningar

Sum sagt í aðrari grein í baðnum í dag, royndi Bill Justinussen at snúgva sær undan at svara nøkrum fyrispurningum í Løgtinginum frá Heðini Mortensen.
Men tað nyttaði onki hjá landsstýrismanninum, tí Løgtingið tók um endan og álegði honum at svara.
Og tað vóru hesir fýra spurningarnir niðanfyri, sum Heðin Mortensen vil hava landsstýrismannin at svara.
1. Hvørja støðu hevur landsstýrismaðurin til, at starvsfólk á føðideildini á Landssjúkrahúsinum
kenna seg noydd til av sínum eintingum at biðja privatar fyritøkur um fíggjarligan stuðul til
viðlíkahald á deildini ?
2. Metir landsstýrismaðurin, at játtanirnar á fíggjarlógini fyri 2003 og á fíggjarlógaruppskotinum fyri
2004 til viðlíkahald á Landssjúkrahúsinum eru nøktandi ?
3. Hvønn íløgutørv metir landsstýrismaðurin, at føðideildin á Landssjúkrahúsinum hevur fyri at
nøkta tørvin viðvíkjandi trivnaðinum hjá mammum, børnum og starvsfólki ?
4. Um landsstýrismaðurin metir, at føðideildin hevur íløgutørv viðvíkjandi trivnaðinum á deildini,
hvat ætlar hann so at gera, fyri at hesin tørvurin skal verða nøktaður?

Eitt neyðarróp
Útgangsstøðið hjá Heðin Mortensen er brævið, sum starvsfólk á føðideildini herfyri sendu fleiri av landsins fyritøkum við umbøn um stuðul til ymsar ábøtir fyri at gera deildina hugnaligari hjá mammum og nýføddu børnum teirra.
? Hetta er eitt rættiliga óvanligt stig og skal tað uttan iva skiljast sum eitt neyðarróp frá deildini, heldur løgtingsmaðurin.
Heðin Mortensen sigur, at í brævinum til fyritøkurnar stendur, at tað sæst inni á deildini, at peningur ikki verður nýttur til viðlíkahalda stovurnar, har mammurnar liggja við teirra nýføddu børnum.
Heðin Mortensen sigur, at tað er ilt at fáa eyga á nakran samanhangandi politikk.
Fyrst lækkaði samgongan heildarveitingina úr Danmark. Síðani hevur landsstýrismaðurin bjóðað
grønlendingum til Føroya at fáa skurðviðgerð, tá ið nýggi bygningurin á Landssjúkrahúsinum verður liðugur.
Hann vísir á, at samgongan hevur sett nýggjum avgjøld í gildi og hevur eisini hækkað avgjøld, sum vóru frammanundan.
Eisini verður arbeitt við at lækka rentustuðulin til sethúsabygging og at lækka útgjaldið frá barsilsskipanini. Uppgávur eru lagdar út til kommunurnar, uttan at pengar fylgja við, og mitt í øllum hesum, hoyra vit um innsavningar til bussar til bústovnar, gardinur til Landssjúkrahúsið o.s.fr.
Sostatt hevur samgongan fyrst minkað um inntøkurnar hjá landskassanum, og síðani verður rokningin send til fólkið, sum harafturat má taka stig til at halda almennar stovnar viðlíka og enntá at gera íløgur á ymsum stovnum.
Heðin Mortensen sigur, at tá ið nýggjur landsantikvarur var settur fyri einum ári síðani, var stórur dentur lagdur á, at hann kundi útvega stovninum fíggjarligan stuðul uttaneftir.
Landsstýriskvinnan í mentamálum legði so stóran dent á hesi viðurskifti, at hon vildi heldur ofra sessin, enn at lata annan umsøkjara fáa starvið.
Hann sigur, at tað má vera uppgávan hjá øllum landsstýrismonnum at syrgja fyri, at játtanin til málsøkini, teir umsita, er nøktandi, serliga í einum landsstýri, sum tosar um sjálvberandi búskap.
? Tað kann ikki vera meiningin, at almenn starvsfólk sjálvi skulu syrgja fyri at halda stovnar viðlíka og at útvega flutningstól og ananrs royna at fáa fíggjarligan stuðul uttaneftir, ímeðan politiski myndugleikin bara letur standa til, sigur Heðin Mortensen.
Sí annars samrøðu við Ednumd Joensen, Heðin Mortensen og Bill Justinussen aðrastaðni í blaðnum.