Hetta er tað longsta tú sleppur burtur frá sjónum í Føroyum

Umhvørvisstovan hevur nú roknað seg fram til, hvar í Føroyum tað er longst frá sjónum

Yvirhøvur eru Føroyar bygdar fram við sjóvarmálanum og ongastaðni er tað serliga langt til sjógvin. Men nú hevur Umhvørvisstovan roknað seg fram til, hvat tað innasta punktið í landinum, er. Hetta er sostatt tað staðið í landinum, sum er longst frá havinum

 

##med2##

Og tað punktið er í Norðstreymoy á fjallinum Lítla ímillum Vestmanna, Hvalvík og Saksun.Tá tú ert har, ber ikki til at koma longur inn í landið, sigur Umhvørvisstovan.


##med3##

Plássið er sunnanfyri Saksunardal, umleið 200 metrar eystanfyri hægsta stað á fjallinum Lítla, sum er 572 metrar høgt. Og akkurát haðani eru 5.330 metrar oman til sjógvin, og tað er sostatt tað longsta sum tað ber til at koma frá havinum í Føroyum.

 

##med4##

Har tað er næstlongst oman til sjógvin, er í Vágum, tí ert tú staddur á Høgaleiti við Vatnsoyrar, ert tú 4.600 metrar frá havinum.