Klaksvík:
Fyrst í komandi ári flyta kommunulæknarnir í nýggju læknamiðstøðina, sum hevur staðið í gerð seinastu tvey árini.
Einasti kommunulæknin í føstum starvi, Magnus Magnussen, gleðir seg sera nógv til at sleppa til arbeiðis undir nýggju og munandi betru umstøðunum við Sandin.
? Vit hava prátað um hesa verkætlanina í so mong ár, at tað er næstan um ein dreymur, sum nú er vorðin veruleiki, sigur Magnus Magnussen.
Hann og tveir vikarar koma at arbeiða í nýggju læknamiðstøðini frá fyrst í komandi ári. Men tað er ein sannroynd, at hóast karmarnir nú eru av teimum bestu, so stendur ikki væl til á kommunlæknaøkinum í Klaksvík.
Teir báðir vikararnir, sum nú eru í starvi, fara báðir í komandi ári. Tann eini í mars og hin komandi summar. Og so er bara Magnus eftir. Hetta er ikki nøkur nýggj støða fyri Magnus, og hann veit, at tað fara at koma aðrir í staðin fyri hinar. Men tað er ikki ein optimal støða, tá ið ræður um kommunulæknaøkið.
? Dygdin á hesum økinum er jú kontinuiteturin. Tað mugu fastir kommunulæknar til, staðfestir Magnus.
Umstøðurnar lokka
Magnus hevur ikki tal á, hvussu nógvar ymiskar starvsfelagar, hann hevur havt seinastu árini, síðani Steingrímur Weihe fór úr sínum starvi.
? Í fyrstuni var tað ræðuligt. Tað vóru Jaspur og eg, og so komu vikarar í stutt tíðarskeið fyri Steingrím. Vit tosa um tríggjar og fýra vikur millum skiftini, men so batnaði tað so líðandi. Og í fjør var helst tað frægasta árið, tá tað kemur til at finna vikarar, sum kundu steðga í eitt longri tíðarskeið, greiðir Magnus frá.
Hann heldur fram, at felags fyri nærum allar vikararnar, sum hava verið her, er, at teir hava sagt, at umstøðurnar ikki hava verið nøktandi ? hvørki fyri lækna ella sjúklingar.
? Fleiri av teimum søgdu við okkum, at vit ikki kunnu bjóða okkum fram við so vánaligum umstøðum. Men tað er so broytt við læknamiðstøðini, púra sikkurt, sigur Magnus og leggur dent á, at hann vónar, at betraðu umstøðurnar fara at lokka kommunulæknar til Klaksvíkar at arbeiða.
Men tað eru ikki bara umstøðurnar, sum gera, at læknar ikki hava hug at arbeiða í Klaksvík. Tað er eisini vaktarspurningurin.
Magnus og Jaspur arbeiddu einaferð tveireinir í Klaksvík í nøkur longri tíðarskeið millum vikarar. Tað minnist Magnus ilt afturá. Hann hevur tó bjartar vónir um, at um nú fýra kommunulæknar verða í Klaksvík, so verður tað munandi lættari at býta vaktirnar ímillum sín.
? Vit trimum gongur tað so nøkulunda, men fýra hevði verið tað besta, sigur hann.
Samstarvsmøguleikar
Nýggja læknamiðstøðin er innrættað á tann hátt, at tveir kommunulæknar koma at halda til í ovaru hæddini og tveir í niðaru hæddini.
Hæddirnar eru innrættaðar eins við hølum til ein læknaskrivara, trý kanningarrúm til hvønn læknan, eitt rúm til eina sjúkrasystur og so ein køkur, sum eisini kann nýtast til konferensurúm.
Hetta fegnast Magnus um. Hann sigur, at í og við at allir læknarnir eru undir sama taki, verða møguleikarnir fyri samstarvi so nógv størri.
? Tað er eisini gott at hava eitt rúm, har man kann sessast og diskutera nøkur ting ígjøgnum og so framvegis. Tað hevur manglað longi, sigur hann.
Spurdur um øll miðstøðin man fara at verða brúkt, svarar hann púra ivaleysur ja.
? Verandi umstøðurnar hava verið ræðuligar. Og við tað at vit nú hava møguleika til at fáa eina sjúkrasystur inn í bygningin eisini, so verður tørvurin á kanningar- og viðtalu hølum nógv størri, so tað ivist eg ikki í, at bygningurin skal nokk verða nýttur, sigur kommunulæknin, sum hevur starvast í Klaksvík í úti við tíggju ár.
Sær svart út
Meðan Magnus greiðir frá, hvussu bygningurin er innrættaður, og hvønn leiklut hann sum kommunulækni hevði í sjálvari projekteringini, ganga menn aftur og fram og fáa teir allarseinastu snøklarnar av vegnum.
? Miðstøðin er so gott sum liðug, men innbúgvið og útgerðin manglar, sigur Magnus. Tað væntast at koma til landið millum jól og nýggjár, og tí hevur Magnus góðar vónir um at flyta ein av teimum fyrstu døgunum í nýggja árinum.
Men so spøkir tankin aftur um, at báðir verandi vikararnir fara úr teirra størvum í mars og juli. Magnus ásannar, at tað sær svart út, men sigur so, at har er onki at gera.
? Vit mugu út at søkja eftir trimum kommunulæknum. Vónandi kunnu betraðu umstøðurnar gera sítt til, at fleiri hava hug at koma hendanvegin at arbeiða, sigur hann.
Trýst
Magnus er sum sagt einasti fastsetti kommunulæknin í Klaksvík. Hann viðgongur, at tað er eitt ávíst trýst á honum um ikki eisini at fara.
? Eg kom til Klaksvíkar sum vikarur fyri Jaspur. Tá so Ólavur Gaard fór, fekk eg hansara starv. Síðani fór Steingrím og so Jaspur fyri einum ári síðani, so sjálvandi merki eg eitt ávíst trýst. Tí fólk eru jú bangin fyri, at brádliga eru allir læknarnir, sum tey einaferð kendu seg trygg við burtur og bara stutttíðarvikarar ístaðin, sigur Magnus Magnussen.
Hann nevnir eitt dømi um, at um hann er burtur ein dag, so ringja tey til hansara og spyrja, hví hann er vekk aftur nú?
? Eg skilji tey væl, at tey eru ótrygg við støðuna, sigur hann smáflennandi.
So endurtekur hann, at tað mugu fastir kommunulæknar til. Og hann ivast ikki í, at nýggja læknamiðstøðin er eitt stig tann rætta vegin. Karmarnir eru tilreiðar, so nú ræður bara um at finna læknarnar.