Hetta er stórur dagur á Sandi og í Fuglafirði

Nógv verður gjørt burturúr steypafinaluni millum U-21 liðini hjá B71 og ÍF

Í kvøld klokkan 19.30 verður fyrsta bríksl í steypafinaluni í U-21 kappingini. Tað eru B71 og ÍF, sum bresta saman á Tórsvølli, og undan finaluni er tað stórur spenningur bæði í Sandoy og í Fuglafirði.

 

Í B71 verður skipað fyri bussferð norður til Havnar, og tað verður heitt á allar B71 fjepparar um at vera í gulum og bláum, sum eru litirnir hjá B71.

 

Í Fuglafirði eru tveir bussar leigaðir at koyra suður við fjepparum, og tað verður heitt á fejppararnar um at vera reyðklødd. ÍF troyggjan er reyð.

 

Á veg ímóti finaluni hevur B71 vunnið 2-1 á útivølli ímóti EB/Streymi og 4-3 á heimavølli ímóti 07 Vestur.

 

Á veg ímóti finaluni hevur ÍF eftir longda leiktíð vunnið 3-2 á útivølli ímóti Skála og 2-1 á heimavølli ímóti B36.

 

B71 – ÍF: Leivur Zachariassen kl. 19.30 á Tórsvølli.

 

Steypakappingin millum U-21 lið hevur verið síðani 2018.

 

Vinnararnir hava verið hesir

 

2018     HB

 

2019     HB

 

2020     AB

 

2021     B36

 

2022     HB

 

2023     B36

 

##med2##