- Tað er stór skomm fyri býráðið, at tað skal taka næstan 10 ár at fáa svar upp á eina umsókn.
Tað heldur Tróndur Sigurðsson, býráðslimur í Havn.
Nú eru næstan 10 ár síðani, at Campingfelagið søkti Tórshavnar býráð um at fáa eitt øki at seta húsvognar á.
Tað var longu í 2006, at felagið søkti um at fáa eitt pláss, men nú vit skriva 2015, er málið ikki avgreitt enn.
Men nú er kortini útlit fyri at málið verður avgreitt, tí á býráðsfundi í Havn hóskvøldið varð samtykt at beina málið í byggi- og býarskipanarnevndini til skjóta viðgerð og í tí sambandi skuldi eitt øki finnast til endamálið.
Men áðrenn tað er komið so langt, mátti eisini Løgtingsins Umboðsmaður upp í.
Nakað av samskifti hevur verið aftur og fram ímillum býráðið og umsøkjaran, men ofta er langt ímillum.
Ein frágreiðing frá kommununi er, at ætlanin var at taka eitt øki ovarliga í Marknagili til slíkt virksemi, men tað varð av ongum. Og einaferð varð bíðað eftir, at búnaðarlógin varð broytt, so at bøndur kundu skipa øki til húsvognar, og annað virksemi og býráðið vildi ikki leggja seg út í nakað virksemi, sum kundi vera kappingaravlagandi fyri bøndur, sum ætlaðu sær undir sama slag virksemi.
Eina aðru ferð fingu umsøkjararnir at vita, at kommunan ikki hevur sum mál at reka slíkt virksemi, og at kampingfelagið hevur møguleika at leiga ella keypa lendi til endamálið eftir galdandi reglum í býarskipanarásetingunum
Men Býráðið ásannar eisini, at ítøkiliga umsóknin hevur ongantíð verið viðgjørd í býráðnum, fyrrenn nú.
Og nú hevur byggi- og býarskipanarnevndin so fingið málið til viðgerar, og ein partur av tí viðgerini verður at finna eitt hóskandi øki til endamálið.