##med2##
Hetta er skaðiligt fyri okkum. Tað sigur Aksal V. Johannesen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, og formaður floksins. Og tað, hann sipar til, er, at politikarar í samgonguni tosa við fleir tungum í sambandi við hernaðarradaran, sum danska stjørnin, og Nato, ætla at seta upp á Sornfelli.
Jacob Vestergaard, næstformaður í Uttanlandsnevndini, og tingmaður fyri Fólkaflokkin, sigur, at skal radari setast upp í Føroyum, skulu vit hava okkurt aftur fyri, eitt nú betri atgongd til marknaðin ES. Hann vísir samstundis á, at vit hava eitt gott samstarv við russarar. Hetta var Bárður á Steig Nielsen, løgmaður ikki fegin um, tí hann sigur, at tað kann máa álitið undan okkum sum samstarvsfelaga, og hann heldur, at tað er óheppið at ivi verður sáddur um um vit eru ein partur av vesturheiminum ella eysturheiminum.
Aksel V. Johannesen heldur at tað er landsskaðiligt, at landsstýrið ikki dregur eina línu. Hann er heldur ikki samdur í framferðini hjá landsstýrinum annars.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr formannin í Javnaðarflokkinum greiða frá á FM1, hvussu tey síggja upp á radaramálið