Hetta er simpulthen for ússaligt

Tað kann bara vera manglandi vilji, sum at orsøkin til støðuna, sigur forkvinnan í demokratia

##med2##

 

– Tað er »simpulthen for ússaligt«. Tað sigur Kristina Gry Berg, forkvinna í Demokratia, sum virkar fyri at fáa fleiri kvinnur upp í politikk. Tað, hon sipar til, nú sjálvan altjóða kvinnudagin, er, at vit hava eitt landsstýri í dag, har eingin kvinna er við.

 

Hon heldur, at hetta er for ússaligt og hon ivast ikki í, at orsøkin til støðuna kann ikki vera nakað annað enn at tað er ein væntandi vilji hjá flokkunum at seta kvinnur í landsstýrið – tí í øllum flokkum eru kvinnur, sum eru skikkaðar til uppgávuna.

 

Trýst á pílin undir myndina og hoyr forkvinnuna í Demokratia greiða frá í tíðindunum á FM1.