Hetta er sera spennandi

Tað eru nógvir fyrimunir við at leggja saman

Tað eru nógvir fyrimunir við at leggja skúlarnar í kommununi saman.

 

Tað sigur Sonni Djurhuus, sum er settur í starv sum skúlastjóri fyri nýggja, samanlagda skúlan við Streymin.

 

Hann heldur, at tað er ein ógvuliga spennandi ætlan at leggja skúlarnar saman.

 

- Fakliga umhvørvið á skúlanum verður styrkt, og lærarar fáa betri høvi at undirvísa í teimum lærugreinum, teir hava sum sergrein, og og sostatt hevur serligan áhuga fyri. Samstundis fáa lærarar høvi at samskifta um lærugreinarnar, og, hvussu tær kunnu styrkjast.

 

Hann leggur afturat, at í einum størri skúla, verður hvør flokkur undirvístir sær, og ikki sum nú, har lærarin má undirvísa fleiri flokkum ísenn og tað gevur eina betri undirvísing – og betri stundir til hvønn einstaka næming. Tað er eisini ein fyrimunur, at serundirvísingin verður miðsavnað, og sostatt verður hon sterkari.

 

- Ein lítil skúli er púra tengdur at, hvussu tann einstaki lærarin er, men tað er ein størri skúli ikki,  tí har eru fleiri lærarar at taka av.

 

Samanumtikið fáa næmingarnir eina betri undirvísing,og fáa størri møgueikan fyri sosialum lívi við aðrar næmingar.

 

Sonni Djurhuus heldur eisini, at á einum størri skúla, ber betri til at fyribyrgja happing.

 

- Tað er eitt páhald, eg havi, hóast kanningar vísa, at tað er ikki nakar serligur munur á størri og smáum skúlum. Men í smáum skúlum er skal minni til, áðrenn ein næmingur fær eitt spjaldur á seg, sum kann fylgja honum alt lívið. Tað er lættari at fyribygja á einum størri skúla.

 

Samstundis varð víst á, á borgarafundinum, at hóast skúlin verður lagdur saman, verður ikki talan um ein stóran skúla, tí har verða 270 skúlabørn.