Hetta er órættvíst ímóti fleiri foreldrum

Borgarstjórin í Vága kommunu ropar varskó í sambandi við korona, tí hon sigur, at hetta hava fleiri kommunur ikki ráð til

 

Sum støðan er nú mugu eisini kommunurnar senda fólk til húsar og koyra tey undir Als. Tað sigur borgarstjórin í Vága Kommunu, Eyðdis Hartmann Niclasen, í eini áheitan á kommunufelagið í dag.

Hon vísir á, at eftir boðum úr landsstýrinum eru dagstovnar til børn stongdir, men starvsfólkið gongur heima við fullari løn.

Men skulu foreldrini hava foreldragjaldið endurgoldið, verður tað ein so dyggur smeitur fyri fleiri kommunur, at eisini tær noyðast at senda fólk til hús.

Hon sipar til, at fleiri kommunur hava longu boðað frá, at tær fara at rinda foreldrunum foreldragjaldið aftur fyri barnaansingna.

– Vit skulu minnast til, at útreiðslurnar á dagstovnaøkinum eru at kalla tær somu sum tær vóru áðrenn korona-tiltøkini vórðu sett í verk. Tí verður rokningin fyri foreldragjaldið undir øllum umstøðum send skattaborgarunum.

Eyðdis Hartmann Niclasen heldur, at tað er alneyðugt, at hesin spurningurin verður viðgjørdur í Kommunufelagnum, so at kommunurnar kunnu hava eina felags støðu. Og tað heitir hon á felagið um at gera.

– Eg havi skilt at formaðurin í Kommunufelagnum, Dennis Holm, hevur heitt á landstýrið um at taka støðu til henda spurningin upp, og eg haldi, at kommunurnar skulu geva landsmyndugleikunum høvi til at koma við eini niðurstøðu, áðrenn kommunurnar taka avgerð um spurningin, sigur hon.

– Eg haldi at tað er órimiligt, at foreldur, sum noyðast til arbeiðis fyri at halda samfelagið gangandi, skulu rinda ansingargjald, ímeðan foreldur, sum eru heima við fullari løn ella við ískoyti frá Als, sleppa undan, sigur Eyðdis Hartmann Niclasen.

Hon sigur, at støðan er als ikki so einføld, sum hon verður gjørd, tí skulu foreldur hava foreldragjaldið aftur, fáa kommunur stórar trupulleikar at halda fíggjarætlanina.

– Útreiðslurnar hjá kommununum eru tær somu, sum tær vóru undan kreppunu, tí kommurnar gjalda framvegis øllum starvsfólkum fulla løn, eisini teimum á dagstovnaøkinum.

– Men inntøkurnar verða ikki tær somu. Samfelagið hevur, eftir boðum frá sjálvum løgmanni, slakað av, og hetta fær avleiðingar fyri skattainntøkurnar.

– Stórur partur av okkara borgarum fer at fáa í mesta lagi 80 prosent av síni vanligu løn, og mest sum øll tænastuvinnan liggur lamin.

– Við minni skattainntøkum, og við somu útreiðslum sum áður, verður raksturin tungur. Skerja vit eisini foreldragjaldið fyri dagstovnar burtur, verður avleiðingin, at vit mugu senda ein part av starvsfólkunum í ALS, bæði starvsfólk á dagstovnunum og onnur starvsfólk, tí annars ber ikki til at halda fíggjarætlanina.

– Nógvar av okkara kommunum hava ikki ráð til at bera hendan kostnaðin. Vit eru sostatt í vanda fyri, at ójavnin millum kommunur veksur uppaftur meira, sigur hon.

– Tíi er tað vert at viðgera spurningin um landskassin eigur at bera ein part av útreiðslunum, sum tiltøkini, landsmyndugleikarnir hava sett í verk, fara at kosta kommununum, sigur Eyðdis Hartmann Niclasen.