- Tað er nærum ógjørligt at skilja, at føroyska vinnan, føroyska embætisverkið og meirilutin av tingfólki ikki gera sína støðu greiða, og rætt og slætt nokta fyri at taka lut í tí spæli, sum her fer fram.
Tað staðfestir Høgni Hoydal, tingmaður fyri Tjóðveldi
Hann hugsar um tað, sum er farið fram, nú makrelkvotan í ár er lutað út.
Tí hevur hann nú enn einferð reist makrel málið í Løgtinginum, har hann vil hava løgmann at svara nøkrum spurningin
Hann spyr um tað ikki er rætt, at løgmaður og landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum fyrr í ár havaupplýst fyri Løgtinginum, at tað fór ikki at bera til at selja makrelloyvi og kvotur hjá til dømis línuskipum og teimum skipum, ið hava felagskvotur við hámarki?
- Vistu løgmaður, landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum og teirra umsiting ikki tá, at tað fór at bera til hjá til dømis línuskipum at selja sína makrelkvotu eftir tí leisti, ið nú verður gjørt? Og um so er, hví varð tað ikki upplýst, spyr tingmaðurin.
Hann spyr eisini um løgmaður heldur, at Løgtingið hevur fingið skeivar upplýsingar ella at týðandi upplýsingar eru afturhildnir fyri tinginum í hesum sambandi og hann vil hava at vita um tað er rætt, at eisini rækjuskip, trolarar á fjarleiðum ella aðrir bólkar, kunnu selja sína makrelkvotu víðari á sama hátt sum línuskipini?
Og so vil hann hava at vita, hví útróðrarbátar ikki kunnu gera tað sama sum línuskipini, og um talan ikki er ikki um grovan mismun í fyrisitingini mótvegis vinnurekandi og borgarum?
Høgni Hoydal vil eisini hava at vita, hvørji landsstýrisfólk ella tingfólk í samgonguni settu krav fram um, at línuskipini skuldu hava egna kvotu á 5.000 tons í mun til fyrsta uppskotið til kunngerð?
- Hava landsstýrisfólk ella tingfólk í samgonguni ella nærstandandi familjulimir hjá teimum ognarlutir í línuskipum ella øðrum skipum, ið kunnu selja sínar kvotur og um so er, hava nøkur av hesum brúkt politiskt trýst fyri at ávirka býtið, spyr Høgni Hoydal.
Hann spyr eisini, hvussu nógv kvotan hjá línuskipum, rækjuskipum og hjá øðrum skipabólkum verða seld fyri í krónum og oyrum og hvussu nógv fiskimaðurin fer burtur úr søluni og hvussu nógv reiðarin fær.
- Tað hevur verið upplýst í fjølmiðlunum, at tá línuskipini selja sínar kvotur, so skal manningingin hava part av søluni. Men hvør er manning á teimum 21 línuskipunum? Hvørjir sáttmálir eru galdandi? Og hvat við teimum skipum, ið ikki hava verið til fiskiskap leingi, men hava ligið við kei, spyr Høgni Hoydal.
Høgni Hoydal sigur, at tað, sum er farið fram í makrelmálinum, er beinleiðis politiskt svans við almennari ogn, ósakligar avgerðir í fyrisitingini, mismun móti vinnurekandi, skeikling av allari føroyskari vinnu og skeivar og/ella villleiðandi upplýsingar til Løgtingið í sambandi við avgerðirnar um makrelfiskiskapin í 2012.
- Hetta hevur onki við ábyrgdarfulla umsiting av landsins ognum ella javna vinnuliga kapping at gera, tá tilfeingi fyri milliardavirði verður tilvildarliga býtt millum ávís privat vinnurekandi eftir politiskum rossahandlum har summi so kunnu selja sín part víðari fyri millónaupphæddir, uttan at hava skapt ella framleitt nakað úr teimum loyvum, teimum politiskt varð tillutað.










