Hetta er ov lítið – og tað eru og fá sum fáa hjálp

Fleiri familjur eiga at fáa fíggjarliga stuðul enn tær, samgongan ætlar at hjálpa, siga fýra stór fakfeløg

Uppskotið hjá samgonguni um at veita familjum, sum eru heilt illa fyri fíggjarliga, ein oljustuðul upp á 7.000 krónur, er ov lítið. Tað halda tey fýra fakfeløgini í Samtaki og tey eru Føroya Arbeiðarafelag, Føroya Fiskimannafelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Klaksvíkar Arbeiðsmannafela

 

Tey halda eisini, at tað er neyðugt at veita aðra hjálp afturat oljustuðlinum, tí tað eru ov fá, sum fara at fáa hjálp, samstundis sum at tað eru nógvar familjur, sum eru illa sperdar nú prísirnir eru so nógv hækkaðir á, at kalla, øllum økjum.

 

Tey mæla til at ætlanin verður broytt, so at oljustuðulin ikki verður eitt eingangsgjald, sum samgongan ætlan, men at hann verður latin eina ferð um árið.

 

Les meiri her: Nú er greitt, hvør fer at fáa fíggjarliga hjálp

 

Tey mæla eisini til at hækka inntøkumarkið fyri at fáa oljustuðul. Tey mæla til, at húski við einum vaksnum løntakara skulu fáa oljustuðul tá ið inntøkan ikki fer upp um 1,25 arbeiðaraløn eftir sáttmálanum ímillum arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevararnar. Húski við fleiri fólkum skulu fáa oljuískoyti tá ið inntøkan er minni enn tvær arbeiðaralønir.

 

Samgongan ætlar, at tey, sum eiga meiri enn 30.000 krónur á bók, skulu ikki fáa stuðul, men Samtak mælir til, at markið verður hækkað til 50.000 krónur.              

 

Samtak mælir eisini til, at markið fyri at fáa familjuískoyti, verður hækkað tí sum støðan er nú, eru tað ov nógv, sum detta niðurímillum. Samtak vísir eisini á, at tað eru eini 1.000 børn, sum eru í fátækaváða.

 

Tey halda, at familjuískoyti eigur nettupp at vera eitt familjuískoyti og ikki eitt slag av fátækahjálp til nøkur heilt fá.

 

Tí tað ikki órímiligt at krevja, at ein arbeiðaraløn verður sett sum mark hjá einum støkum og hjá pørum við børnum eru tvær arbeiðaralønir, sum eru markið. Sum lógin er nú, er markið 220.000 krónur í inntøku um árið.