Hetta er ósmæðin korruptión á alljósum degi

Tað ber ikki til, at løgtingslimir sleppa at ríka seg upp, sigur Páll á Reynatúgvu, tingmaður fyri Tjóðveldi

Hetta er opinlýs og ósmæðin korruptión á aljósum degi. So bersøgin er Páll á Reynatúgvu, tingmaður fyri Tjóðveldi, nú Løgtingið viðger fíggjarlógina fyri næsta ár.

 

Undir viðgerðini nam Páll á Reynatúgvu eisini við málið, tá ið Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, herfyri útlutaði kvotur til vinnuligar royndir. Tá varð átalað, at fleiri av teimum, sum fingu kvotur, høvdu beinleiðis samband við tinglimir í samgonguni.

 

Páll á Reynatúgvu heldur, tað ber ikki til, tinglimir standa í fremstu røð og ríka seg upp við fiskirættindum frá tí almenna. Hann sigur, at eftir hansara tykki er hetta opinlýs og ósmæðin korruptión á alljósum degi, sum minnir um støðuna í ódemokratiskum londum, vit ikki vilja samanbera okkum við.

 

Hann heldur, at samgongan førir ein rættiliga kommunistiskan politikki við einum vina- og kenningapolitikki, sum ongantíð áður. Nú eru tað nevniliga ikki bara teir stóru, politisku, vinirnir, sum fáa serlig rættindi frá samfelagnum. Men nú standa eisini tinglimir í samgonguni sjálvir í fremstu røð og taka ímóti landsins loyvum, legði hann afturat.

 

Nú mugu tit, heilt erligt, taka tykkum saman, tí her er rot komið í skipanina og tit sáa rot í samfelagið. Hvat verður tað næsta, fær Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður kanska løgtingshúsið í jólagávu, spyr tingmaðurin fyri Tjóðveldi.

 

Tað er eingin ivi um, at tað er ikki í lagi, tá ið tinglimir fyri samgbonguna sjálvir standa sum beinleiðin móttakarar av fiskiloyvum frá landinum, heldur hann. Og hann heldur, at tað eigur samgongan at vera so mikið fræg, at hon ásannar.

 

Hetta fall Una Rasmussen, tingmanni fyri Fólkaflokkin, fyri bróstið, Hann er beiggi Joen Magnus Rasmussen fyrrverandi tingmanni fyri Fólkaflokkin. Joen Magnus Rasmussen er eisini stjóri á Tavuni í Leirvík, sum var eitt av virkjunum, sum fekk eina av illa umstríddu kvotunum til vinnuligar royndur.

 

Uni Rasmussen sigur, at hann visti ikki av, at Tavan hevði søkt um kvotu til vinnuligar royndir. Hann fekk tað ikki at vita fyrr enn tey høvdu fingið tilsøgn um at fáa kvotu.

 

Tí heldur hann, at. tað er rætiliga keðiligt at verða hongdur út fyri korruptión.