Hetta er okkara størsta avbjóðing

Størsta avbjóðingin hjá javnaðarfólki í Føroyum og í Íslandi er tann sama

- Skal fólkið eiga okkara tilfeingi, ella skulu nakrir fáir kapitalistar eiga tað.

Tað er okkara størsta avbjóðing nú á døgum.

 

Tað staðfesti íslendski altingslimurin, Helgi Hjørvar, á landsfundinum hjá Javnaðarflokkinum í kvøld.

 

Hann er formaður fyri íslendska javnaðarflokkinum í Altinginum. Hann er ikki ókendur við føroysk viðurskifti, tí hann er sonur Helgu Hjørvar, sum á sinni var stjóri í Norðurlandahúsinum í Føroyum.

 

Hann vísir á, at støðan í Føroyum í Íslandi er ikki heilt ólík.

 

Javnaðarfólk í Føroyum og javnaðarfólk í Íslandi hava eitt felags stríð. Og tað er stríðið um, hvør skal hava rættin til náttúrutilfeingið.

 

Skal tað vera fólkið, sum skal eiga rættin til náttúrutilfeingið, ella skal tað vera einstakar fyritøkur, nakrir einstakir reiðarar, ella kanska útlendingar?

 

- Hetta er okkara støsta avbjóðing nú á døgum, sigur Helgi Hjørvar.

 

Hann sigur, at hetta stríðið snýr seg ikki bara um, hvør skal hava rættin til náttúrutilfeingið nú á døgum. Stríðið snýr seg um, hvør skal eiga rættin til náttúritilfeingið í allar ævir.

 

Hann vísir á, at kapitalistarnir í íslandi berjast nú fyri at fáa einkarrættin til fiskatilfeingi í 20 ár ísenn. Men uppsagnarfreistin skal vera 15 ár.

 

- Fáa teir sín vilja, merkir tað, at vit noyðast at fara í valstríð ímóti teimum ríkastu og sterkastu í samfelagnum, fyri at vinna politiska valdið aftur.

 

- Men tað er ikki nóg mikið at vinna eitt val. Vit skulu vinna heili fýra val á rað fyri at kunna broyta ta skipanina og geva fólkinum tilfeingið aftur.

 

- Og tað merkir so í veruleikanum aftur, at hesir somu reiðarar fáa ræðið á fiskatilfeinginum í allar ævir, staðfestir Helgi Hjørvar.

Og vit kunnu leggja afturat, at orsøkin til, at hann er í myrkum brillum, er, at hann er blindur.