Hetta er øgiliga lívsjáttandi

Fleiri løgtingslimir eru ikki nøgdir við seinasta korona-hjálparpakkan hjá landsstýrinum

Tónleikarar fáa kanska meiri enn landsstýrið hevði ætlað

Hetta er øgiliga lívsjáttandi

 

 

 

Fleiri í løgtinginum eru ikki nøgd við seinasta korona-hjálparpakkan hjá landsstýrinum.

 

 

 

Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum, hevur lagt ein korona-hjálparpakka fyri Løgtingið við tí endamálið at bjarga listafólki, sum eru komin illa fyri av koronu. Serliga er tað tónleikarar, sum hava mist nógva inntøku, tí tiltøk eru avlýst av koronu.

 

Jenis av Rana hevur lagt 600.000 krónur í hjálparpakkanum, men listarfólk siga, at tað er bara ein dropi í havinum, tí listarfólk hava mist einar fýra milliónir. Samstundis er hjálparpakkin bara galdandi frá 9. desember, tá ið landsstýrið herdu tilmælini, til 31. januar. Tað halda listarfólk er alt ov stutt, tí undanfarni hjálparpakki fór úr gildið 30. apríl, tí tað merkir, at tey fáa onga hjálp frá. 1. mai til 8. desember.

 

Og tað eru fleiri í Løgtinginum, sum eru samd við listafólki.  Tá ið Løgtingið umrøddu málið, vóru tað fleiri løgtingslimir sum hildu, at upphæddin upp á 600.000 er alt ov lítið og at hann hevur at røkka longur aftur enn til 9. desember.

 

Og Jenis av Rana sigur, at tað hevur hann einki ímóti, í hann heldur, at tað er øgiliga lívsjáttandi, at løgtingslimir hugsa so nógv um list og mentan, og tað eru so nógvar útrættar hendur ímóti listini.

 

Hann sigur, at tað er einki, sum forðar Løgtinginum í at samtykkja at hækka upphæddina, og vil Løgtingið lata hjálparpakka fara longur aftur enn til 9. desember, tekur hann eisini undir við tí.

 

Tónleikarar fáa kanska meiri enn landsstýrið hevði ætlað