Hetta er nakað lort Kári og Álvur!

Eg skrivaði í eini viðmerking til greinarøðina hjá Sosialinum, “Heimsins reinasta land”, mánadagin, at eg helt, at blaðið gekk ov langt og at blaðið ger hellumonnum órætt og skyldar í hvussu er teimum eina umbering. Eg haldi framvegis, at blaðið fer ov langt og at ein umbering er hóskandi

Nú veit eg væl, at tað er ikki nakað endamál í sær sjálvum at hava rætt. Eg veit, eg havi rætt í málinum um ruskplássið á Hellunum og eg vil tí hjálpa Kára og Álvi og gera arbeiðið hjá teimum liðugt, tá ið tað snýr seg um hetta ruskpláss. Í hinum førunum eg vísti á, veit eg, at evnini kunnu verða til diskussión, og eg haldi framvegis, at bara tvær av teimum 18 myndunum sum vórðu vístar úr Elduvík, Oyndarfirði og á Hellunum veruliga vístu órudd.

Ein meginregla í skrivandi journalistikki er, at tú skal ikki skriva eina grein longri enn evnið kann bera, og tað er væl eisini galdandi í eini myndarøð, sum eisini er frásigandi.

Í staðin fyri at viðganga, at sjálvt tann besti kann mistaka seg og síðan halda fast við tað góða, sum henda røð um órudd víst á, havi eg varhugan av, at upphavsmenninir til greinarøðina vilja hava rætt fyri ein og hvønn prís. Og sum sagt, tað er einki endamál í sær sjálvum.

Eg biði um eina umbering til hellumenn, og tit svara, at tað koma vit at bíða leingi eftir. Eg fari her at grundgeva fyri, hví eg haldi, at tit framvegis skylda hellumonnum eina umbering.

Eg vísti á, at tit manupulera, tá ið tit vísa eitt lítið útklipp av óruddi og ikki greiða lesarunum frá samanhanginum, at myndin stavar frá sjálvasta ruskplássinum á Hellunum. Tit svara aftur, sitat:

“Viðvíkjandi ruskplássi á Hellunum, so sóu vit einki, sum gjørdi vart við, at talan var um eitt kommunalt ruskpláss.”

Eg vísti á hetta í grein míni, og segði tykkum, at um tit høvdu bakkað tveir metur áðrenn tit klyktu, so hevði týðuliga komið fram á myndini, at talan var um eitt ruskpláss. Tað fær tykkum, sum journalistar, ikki at kanna, um eg kanska havi rætt, áðrenn tit svara alment fyri øllum lesarum Sosialsins. Tit loypa heldur lættara vegin í verjustøðu og royna heldur við einum leysum pástandi, sum ger tað eg føri fram ósatt og sum setir meg í eitt vánaligt ljós, og fyri síðan at vita um Jústinus ikki tegir, heldur enn at fáa málið uppklárað. Tað er ikki góður journalistikkur. Eg kundi eisini havt tagt, og í hesum førinum haldi eg, at tit gera bygdini órætt og eg vil á botn í hesum málinum.

Eg havi í dag verið niðri á Høvdini á Hellunum og tikið myndina, sum eg saknaði hjá tykkum. Myndin vísir, at beint við síðuna av stendur ein ruskbingja hjá IRF. Tað er ikki tveir metur ímillum. Tá ið man fæst so nógv við lort, sum tit báðir gera, Kári og Álvur, so mugu vit sum lesarar ganga út frá, at tit kenna eina ruskbingju hjá IRF frá øllum øðrum í samfelagnum. Tær eru ljósabláar, úr jarni og tær nýggjaru hava plastikklok.. Myndin vísir ruskbingjuna, sum er ein av teimum nýggjaru og eisini óruddið, sum Sosialurin prentaði. At ruskbingjan ikki fær tykkara tankar at hugsa um eitt kommunalt ruskpláss, er bara spell, hon fortelur øllum øðrum, at ruskið sum tit prentaðu mynd av átti ikki at liggja nakrar aðrar staðir, enn júst har tað lá. Hjá mær gevur ein ljósablá ruskbingja asosiatiónir til eitt ruskplass.

Hellumenn eru somikið at sær komnir, at teir skilja ruskið, og tað sum ikki er brennbart, verður lagt fram við húsavegginum, tí IRF kemur og heintar tað. Ruskið átti ikki at ligið nakra aðrastaðni enn júst har sum Sosialurin avmyndaði og tí gera tit fólkunum á Hellunum órætt, og tað fer einki av tykkum, heldur hinvegin, um tit viðganga mistakið.

Um myndin av ruskplássinum á Hellunum kemur undir órudd, so verður væl tað næsta hjá Sosialinum, at tit fara inn á Sandvíkarhjalla og fotografera niður í ruskbingjurnar har inni. Tá hava tit tilfar til mong ár fram í tíðina.

Eg haldi framvegis at røðin “Heimsins reinasta land” er ein frálík røð, tað einasta tit skulu ansa eftir er at soðið ikki blívur so tunt sum í Elduvík, Oyndarfirði og á Hellunum og serliga á ruskplássinum á Hellunum.

Myndir eru takksamar. Hevði eg flutt meg einar tveir metur aftur at til høgru, so hevði lesarin sæð eitt blátt málingablik, sum liggur koppað tætt inni við ruskbingjuna. Tað er farið í nógva vindinum seinastu dagarnar og jú, her er talan um dálking inni á ruskplássinum og tað fer IRF at taka sær av, um ikki, so Sosialurin.

Skil má vera á galskapinum, eisini tá mann fæst við lort.