Hetta er møguleikin hjá FC Suðuroy

1. DEILD: Sigur á heimavølli ímóti teimum næstbestu hjá B36 er alneyðugur, um tað skal eydnast at varðveita plássið í deildini

Klokkan 13 verður fyrsta bríksl á Vágseiði, at FC Suðuroy hevur vitjan av teimum næstbestu hjá B36.

 

Bæði liðini eru í trongum skóm. FC Suðuroy er niðast við 22 stigum fyri 22 dystir, og B36 er á áttanda plássi við 25 stigum fyri 22 dystir.

 

Burtursæð frá 3-0 tapi á heimavølli fyri tveimum vikum síðani hevur FC Suðuroy ikki tapt síðani á ólavsøku. Talan er um seks dystir, har FC Suðuroy hevur vunnið úrtøku. At samlaða úrtøkan ikki ber meiri við sær enn aftasta plássið kemst av, at tað sjáldan er endað við fullari úrtøku. Í Í seks av teimum nevndu dystunum er tað endað javnt. Tvær tær seinastu ferðirnar er tað endað javnt á útivølli ímóti NSÍ (2-2) og ímóti KÍ (0-0).

 

FC Suðuroy – B36: Petur Reinert kl. 13.00.

 

Skála231517532746
AB231157443338
NSÍ241149525337
B71221138484036
Víkingur231049564134
HB2410212425232
238510354129
B36227411354925
EB/Streymur227312375224
FC Suðuroy225710334722