Hetta er møguleikin hjá B36

ÍF hevur fyrr í ár argað árstalsfelagið, sum í dag er gestur í Fløtugerði

Nú klokkan 15 verður fyrsta bríksl í Fløtugerði í Fuglavirði, har líkindini eru góð at spæla fótbólt.

 

Fríggjakvøldið tapti NSÍ 3-0 í Sørvági. Tað ber møguleika við sær hjá B36 at lyfta eg nærri fjórða plássinum, sum NSÍ er á. NSÍ hevur 34 stig, og B36 hevur 26 stig.

 

Á beinkinum hjá B36 eru eitt nú Andrass Johansen, Símun Sólheim og Marius Kryger Lindh. Michal Przybylsky er ikki á listanum í dag.

 

Hjá ÌF er Uros Stojanov leikbannaður, Dánjal á Lakjuni er ikki á listanum, og tað eru bara ungir fuglfirðingar á beinkinum.

 

Tá ið ÍF fyrr í ár var í Gundadali, endaði tað 3-3, og tá ið B36 fyrr í ár var í Fuglafirði, vann B36 4-3.

 

ÍF – B36 kl. 15.00

 

Dómari: Jákup Øssursson Mohr

 

ÍF: Jákup Nolsøe Olsen – Símun Kalsø, Bogi Reinert-Petersen, Peter S. Ullum, Karl Løkin, Gundur E. Petersen – Jóhann J. Højbro, Ruben Møller-Nielsen,  Peter Meinhard Lundsbjerg – Rúnar C. Johnsson, Silas Gaard

 

B36Á bei: Silas Eyðsteinsson – Vilmer J. Rønnberg, Magnus Egilsson, Mattias J. Hellisdal – Jann J. Benjaminsen, Jelle van der Heyden, Anton Søjberg, Fabian  Ness – Hannes Agnarsson, Gutti Dahl-Olsen, Bjarki C. Nielsen