Tað var ein ovfarin og sera takksamur Finn Johannesen, sum trein á pallin í Norðurlandahúsinum á vinnudegnum seint fríggjadagin.
Ikki soleiðis at skilja, at tann, sum fær tillutað heiður, ikki veit hetta, áðrenn viðkomandi verður róptur upp, men kenslan, tá hetta gerst alment, og tú stendur yvirfyri eini stórari mannfjøld, er ikki til at misskilja.
- Hetta er vilt, og eg eri ótrúliga takksamur. Eg eri klaksvíkingur, og tí er tað eisini ordiliga well at standa her, segði Finn Johannesen, tá hann vegna felagið Sp/f VILT í Vági hevði tikið ímóti heiðurinum fyri ársins átak 2010.
Finn segði seg vera sera takksaman fyri tær gávur, Skaparin hevur givið honum sum samskipara og tilrættaleggjara.
- Men eg havi eisini nógv at takka øðrum fyri. Eg havi góðar “kollegar”, og familjan hevur bakkað meg væl upp.
Hann segði seg fegnast um, at so mong hava trúð upp á, at VILT fór at megna at gera tað øðrvísi.
Finn Johannesen var sjónliga fegin um, at metingarnevndin á vinnudegnum hevur kosið Sp/f VILT í Vági til ársins átak 2010.
Tey, sum sita í metingarnevndini, halda seg ikki bara hava valt VILT – men eisini rætt, sum tikið varð til.
Tey vístu á, at Sp/f VILT hevur verið við til at skapt trivnað og menning innan ferðavinnuna í Suðuroy við eitt nú útferðum, gongutúrum, skeiðvirksemi, fiskitúrum og øðrum.
- VILT er vorðið kent bæði í Føroyum og uttanlands, og felagið hevur víst, at tað torir at hugsa øðrvísi. Jú, vit hava valt rætt – og ikki vilt, segði metingarnevndin.










