- Grundgevingarnar eru næstan láturligar, og tær halda ikki ein metur.
Tað heldur Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin.
Hon skilir ikki petti av avgerðini hjá Jørgen Niclasen um at geva fólki loyvi til at at taka fleiri tollfríar sigarettir við til Føroyar.
- Fyri nøkrum árum síðani varð, við heilsupolitiskum grundgevingum, gjørt av at seta nøgdina av sigarettum, sum kundu innflytast tollfrítt, niður í helvt.
- Nú verður hetta broytt aftur, og grundgevingin er, at tað er so ringt hjá ferðafólki at finna út av, hvørjar reglur eru galdandi. Tað er eisini so strævið hjá ferðavinnuni at hava fleiri ymiskar kunningar til ferðafólkini.
- Samstundis verður loyvt at innflyta meira av øli, og her eru grundgevingarnar, at tað kanska kann stuðla føroyskari framleiðslu.
- Eisini verður sagt, at reglurnar skulu líkjast meira teimum í grannalondunum. Men reglurnar verða kortini ikki tær somu, sum í grannalondunum, og grundgevingin um, at ymiskar reglur eru truplar at kunna um, er eftir øllum at døma bert galdandi fyri tubbak, men ikki fyri øl.
Eyðgunn Samuelsen heldur, at her er talan um eitt klokkureint heilsupolitiskt sjálvmál hjá samgonguni.
- Her hava vit væl eitt dømi um ein lim í samgonguni sum tosar í eina ætt, meðan samgongan handlar í eina aðra ætt - beint øvugt av tí, sum sagt verður!
Hon vísir á, at løgmaður er farin súkklutúr við Team Rynkeby til París móti krabbameini, meðan fíggjarmálaráðharrin skorar í egið net við átaki, sum kann økja um krabbameinstilburðirnar.
- Heilsumálaráðharrin hevur fingið ein heilsupolitiskan frammaná og er allarhelst settur út á bonkin at svala sær á, ella er hann vístur av vøllinum av sínum egnu, spyr tingkvinnan.
Trýst HER og les meiri um, hvat Eyðgunn Samuelsen heldur um at økja tolllfríuy søluna av sigarettum og heilsupolitikkin.










