Hetta er lítið hugaligt

?Tað er onki, sum bendir á, at málið um Teistan er á veg í tingið. Eftir mínum tykki er talan um eitt smámál,sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum

 

Ósemja


? Hetta sær ikki serliga lovandi út.

Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum, er harmur um støðuna, sum nú hevur tikið seg upp um nýggju sandoyarferjuna, Teistan.

Ósemja ímillum Fíggjarmálastýrið og manningarfeløgini um lønina hjá yvirmonnunum, hevur nú ført við sær, at Teistin hevur ligið svínabundin í tríggjar mánaðir, uttan at sleppa í rutusigling.

Nú er so semja gjørd við maskinmeistararnar, men enn røkist onki fyri eini semju við navigatørarnar.

Men samstundis, sum Bjarni Djurholm harmast um støðuna, ásannar hann, at hann fær onki gjørt.

?Tað eru hvørki vit, ella Strandferðslan, sum hava samráðingarrættin. Tað er Fíggjarmálastýrið og tí fáa vit onki gjørt.

? Tað einasta, vit fáa gjørt, gjørdu vit longu í februar mánaða og tað var at skriva Fíggjarmálastýrinum bræv, har vit inniliga heittu á tað um at forða fyri, at Teistin kom í somu støðu, sum Brimil.


Støðan álvarsom

Sostatt er Bjarni Djurholm í teirri løgnari støðu, at hann hevur evstu ábyrgdina av, at Strandferðslan virkar, men samstundis hevur hann onga ávirkan á tær samráðingar, sum kunnu fáa hana at virka.

Hann sigur, at støðan verður meiri og meiri ivingarsom.

Strandferðslan hevur ongi avloysaraskip og hartil eru skipini gomul og slitin. Fær okkurt av teimum brek, so at tað ikki fær siglt, verður avleiðingin, at oyggin, sum tað siglur til, missur alt ferðasamband yvirhøvur og tað tola hvørki ferðafólk ella vinnulív.

Bjarni Djurholm sigur, at tí fær hann onki gjørt, uttan at heita á partarnar um at taka samráðingarnar upp aftur.

Tá ið ósemjan var um Brimil, kravdi Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, sum varaði av málinum, at tað kom fyri á landsstýrisfundi. Tað hevur tú ikki gjørt?

? Brimil kom á landsstýrisfund tí, at politisk semja var um at taka málið upp og at fara í tingið við tí. Men á slíkum støði verður málið um Teistan slett ikki viðgjørt.

Bjarni Djurholm sigur, at hann hevur hildið, at ósemjan um Teistan er so einføld og lítil, at tað skuldi verið púra óneyðugt.

?Tað er bara ein spurningur um at finna eina semju. Tað er altíð ein vandi fyri at fara í tingið við slíkum málum og at lóggeva um slík mál í heilum, ikki minst tá ið talan er um eitt smámál, eftir mínum tykki.

Landsstýrismaðurin í vinnumálum sigur, at hann tí ikki fær gjørt annað enn at heita á partarnar um at taka samráðingarnar uppaftur og at loysa málið.


Fyribyrgja

Annars heldur hann, at gongdin er lítið hugalig, um vandi nú skal vera fyri, at øll nýggj, almenn skip, sum koma,skulu ligga í mánaðir tí ósemja er um lønina.

? Næsta skipið sum kemur, verður nýggja suðuroyarferjan, sum kemur um trý ár og vónandi er støðan broytt til tá.

? Men eg ivist heldur ikki í, at Fíggjarmálastýrið fer at hava málini um Brimil og Teistan í huganum, næstu ferð vanligar sáttmálasamráðingar verða aftur við manningarfeløgini, so at byrgt verður fyri, at slíkt hendur aftur, sigur Bjarni Djurholm