Hetta er lítið av miklum

Tað finnast fleiri hundrað myndir av irakum, sum verða illa viðfarnir og misnýttir í Irak, siga bretskir hermenn. Í øðrum førum hava bretskir hermenn nýtt framferð, ið kann roknast sum krígsbrotsverk

? Er heimurin skelkaður av hasum myndunum, áttu fólk at sæð alt hitt. Hatta er bara toppurin av ísfjallinum.
Tað siga bretskir hermenn, sum vilja vera við, at nógvir irakar eru illa viðfarnir og misnýttir í bretskum fangalegum í Irak. Teir siga, at hermenninir hava fleiri hundrað myndir av irakskum fangum, sum verða píndir ella misnýttir, og at hermenninir hava býtt myndirnar sínamillum.
Ein av hermonnunum sigur við blaðið The Daily Mirror, at kanska vita teir bretsku yvirmenninir ikki, hvat hendir, men allir hermenninir vita tað, sigur hann. Kortini kann tað gerast trupult hjá herleiðsluni at finna øll prógvini, tí nógvar myndir eru seinni fyribeindar, sigur hermaðurin.
Summir bretar vilja vera við, at myndirnar, sum vísa bretskar hermenn fara illa við irakskum fangum, eru falsaðar, men tað avsanna hermenninir, sum hava latið The Daily Mirror myndirnar.
? Hetta er veruliga hent, og myndirnar eru ektaðar. Vit standa við hvørt orð, sum vit hava sagt, siga teir við blaðið.
Krígsbrotsverk
Ein yvirmaður í bretska herinum í Irak hevur váttað fyri sjónvarpsstøðini ITV, at nógvir irakskir fangar hava verið fyri ágangi, og hann sigur seg hava hoyrt hermenn siga frá tilburðum, ið mugu roknast sum krígsbrotsverk. Millum annað verður sagt frá einum tilburði, har ein iraki bleiv biðin um at svimja yvir um eina á. Tá hann var komin nakað út frá áarbakkanum, skutu bretsku hermenninir hann.
Ákærurnar um ágangin hjá teimum bretsku hermonnunum eru komnar í kjalarvørrinum av líknandi ákærum ímóti amerikonskum hermonnum. Har hevur herleiðslan givið fleiri yvirmonnum átalu, og summir kunnu vænta at verða tveittir úr herinum, skrivar Reuters.