Hetta er kærkomið tí nú er fult

Tað er kærkomið, at vinnuøkið á Sundi nú verður gjørt størri við grótinum úr Eysturoyartunlinum. Tað sigur Bogi Andreasen, formaður í Vinnunevndini hjá Tórshavnar Býráð.

 

Byggifelagið, Articon, hevur biðið um loyvi at leiga 2.000 metrar afturat á Sundi, afturat teimum 10.000 fermetrunum, tey leiga longu nú. Articon sigur, at virksemið er nógv økt, og tí er ætlanin at byggja tvey bing á økinum til sement soleiðis at lønsemið í framleiðsluni gerst betri.

 

Og tað hevur býráðið samtykt. Men í sama viðfangi upplýsti Bogi Andreasen, at nú er so nógv virksemi á Sundi, at vinnuøkið er at kalla fult. Tað eru bara 2.000 fermetrar eftir.

 

Sostatt er tað kærkomið at vinnuøkið nú verður gjørt 50.000 fermetrar størri við gróti úr Eysturoyartunlinum, leggur hann afturat.

 

Nettupp hetta var eitt stríðsmál nakað síðani, tí fólk í Kaldbak vildu ikki vita av, at grótið varð lagt á Sundi, tey mettu, at tað fór at oyðileggja náttúruna og strondina har um vegir.