Hetta er ikki okkara uppgáva

Tað er sum um at at Landsstýrið og Løgtingið royna at skumpa fleiri og fleiri útreiðslur yvir á okkum, sigur borgarstjórin í Havn

Tað er ikki okkara uppgáva at hava strandferðslu. Tað sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn. Strandferðslan er javnan til politiska umrøðu í Løgtinginum. Og rað eru nakrir politikarar, sum hava róð framundir, at Tórshavnar býráð eigur at átaka sær størri ábyrgd á hesum øki. Víst hevur verið á, at bæði Nólsoy og Hestur eru í Tórshavnar kommunu, men at tað er Strandferðslan, sum skal røkja ferðafólkasambandið.

 

Hinvegin hevur Tórshavnar Býráð ókeypis bussleið, heilt úr Kollafirði til Kirkjubøar og tí var tað ikki órímiligt, at Tórshavnar kommuna eisini tekur lut í samferðsluni út til Nólsoyar og út í Hest. Serliga hugsa tinglimir eisini um, at Strandferðslan harafturt rindar havnagjald til Tórshavnar Havn, umframt avgjald til Tórshavnar Havn fyri hvørt ferðafólk.

 

Tað merkir, at Strandferðslan rindar Tórshavnar Havn stórar upphæddir fyri at flyta ferðafólk ímillum pláss innanfyri kommunumark í Tórshavnar kommunu – og at Tórshavnar Havn harafturat hevur stórar inntøkur av tí.

 

Men Heðin Mortensen sigur, at tað er ikki ein kommunal uppgáva at reka Strandferðslu. Tað er ein landsuppgáva og harafturat hevur Strandferðslan flutningsskyldu.  Hann sigur, at tað er sum um, at landsins myndugleikar alla tíðina roynir at skumpa fleiri og fleiri útreiðslur yvir á kommunurnar.

 

Men kortini vísir hann ikki aftur, at Tórshavnar Kommuna kann vera við at rinda í serligum førum, tá ið brúk er fyri eykatúrum – og tað hevur kommunan eisini gjørt av og á, men at taka ábyrgdina fyri at reka strandferðslu frá landinum, er Tórshavnar Býráð ikki sinnað til.