- Hetta er heldur eintýðugt samskifti

Tað eydnaðist ikki Frank Jensen, løgmálaráðharra, at sannføra limirnar í politisku búskaparnevbdini í Fólkatinginum um at Michael Lunn og Løgmálaráðið bóru seg rætt at tá kanningarnevndin skuldi setast. Nú skuldsetir løgmálaráðharrin Finn Norman Christensen, fyri ikki at hava givið boðini víðari til Landsstýrið

Fyrrverandi forstjórin í Tinganesi er vorðin miðdepil í trætuni um habilitetsspurningin í kanningarnevndini, men hann kann ikki verja seg, tí alt samskiftið um málið - og hervið eisini fjølmiðlarnar, gongur um Landsstýrið og Edmund Joensen, løgmann.

Finn Norman Christensen, sum nú er skrivstovustjóri í Granskingarmálaráðnum, vil ikki út í orðaskifti um sín leiklut í málinum. Hann hevur avrátt við Edmund Joensen, at bert Landsstýrið ger viðmerking til málið.


Vánaligt at taka

mín persón fram

- Hvussu kennist tað at vera hongur út sum tann stóri skálkurin í hesum máli?

- Tað er ikki hugaligt, og serliga ikki á tann hátt, sum Løgmálaráðið hevur handfarið málið. Eitt nú við at taka mín persón fram, kann sigast, at talan er um heldur eintýðugt samskifti, sigur Norman Christensen, sum møguliga seinni fer at úttala seg nærri gjøgnum Landsstýrið.

- Um tú kennir teg órættvíst viðfarnan sum embætismann, kanst tú so kæra málið?

- Jú, tað ber til, og tað kundi eg umhugsað í hesum føri. Eitt nú kærdi eg eitt mál, har tað beinleiðis kundi skjalprógvast, at eg órættvís var skuldsettur í míni embætistíð í Føroyum.

- Í hesum føri kann einki skjalprógvast. Talan er um munnligar telefonsamrøður, og tí kann eg ikki gera so nógv við málið, sigur Finn Norman Christensen.

Hann heldur hinvegin, at tað eisini er ein spurningur um persónligt lyndisslag, um ein tímir at gera meir burturúr.


Móttakari av hendingum uttanífrá

- Kann tað ikki eisini vera talan um órøkisskap í embætinum?

- Hasum spurningi kann eg ikki svara. Eg standi sum móttakari av hendingum, sum koma á meg uttanífrá. Hetta er ikki ítøkiligt, og tí kann eg bert taka tað fyri tað,sum tað er.

- Landsstýrið hevur brúk fyri at tosa við meg um mína meting av støðuni, av tí at eg hevði leiklutin sum millumlið. Tað geri eg í tann mun, sum Landsstýrið hevur brúk fyri, sigur Norman Christensen.

Ætlanin var annars at spyrja Landsstýrið um viðmerking til svarið frá Frank Jensen, løgmálaráðharra, sum í gjár var í samráði í Fólkatinginum, men tað eydnaðist ikki.

Tað var ikki gjørligt at fáa samband við Edmund Joensen, løgmann í gjár, men embætisfólk í Tinganesi siga, at tað ikki er umsitingin í Tinganesi ella Landsstýrið, sum skal skjalprógva pástandin um, at Norman Christensen í telefonsamrøðu við Michael Lunn, skrivstovustjóra í Løgmálaráðnum, fekk at vita, at Michael Rekling arbeiddi við einum máli fyri Den Danske Bank.


Óprofessionel málsviðgerð

Tá Michael Lunn ikki kann skjalprógva, at hann hevur sagt Finn Norman Christensen hetta, verður skytsið vent móti fyrrverandi forstjóranum, sum teir nú siga, ikki hevur latið boðini farið víðari til Landsstýrið.

- Líkt er til at málsviðgerðin í sambandi við at velja limirnar í kanningarnevndina er sera óprofessionelt fráfarið í Løgmálaráðnum, halda embætisfólk í Tinganesi.

Tá hugsað verður um, hvussu umráðandi tað var at finna eina loysn í bankamálinum. Tá dómarakanning varð noktað føroyingum, tykist tað løgið, at telefonsamrøður um málið ikki hevur verið skjalfest onkusvegna - antin við einum notati ella einum faxi, heldur ein embætismaður.

Nú fær Løgmálaráðið eina ?nøs³ fyri vánaliga handfaring av málinum, og so hendir ikki meir í Danmark.

Finn Norman Christensen sigur, at hann fer at geva Landsstýrinum eina frágreiðing aftrat í dag.