– Hetta er eitt mál, sum er farið heilt av sporinum!
Tað staðfestur Annika Olsen, borgarstjóri, nú tað hevur elvt til øsing, at Tórshavnar Býráð nú skuldi viðgera eitt mál um at hækka samsýningarnar hjá býráðslimunum, eisini hjá borgarstjóranum.
Annika Olsen sigur, at málið er vavt upp í ein ellubita tí nú er tað vorðið til at tað er lønin hjá borgarstjóranum, sum skal hækkast. Men hon sigur, at tað er ikki hetta, málið snýr seg um. Hon sigur, at málið snýr seg um at býráðslimir skulu fáa 15 prosent í eftirløn av lønini teir fáa sum býráðslimir.
Tað heldur hon er ein rættvís skipan, tí býráðslimir mugu onkuntíð niður í løn í sínum borgarliga starvi fyri at vera býráðslimir. Men teir fáa ikki eftirløn av samsýningini teir fáa sum býráðslimir. Hetta er serliga galdandi fyri formenninir í teimum ymsu nevndunum.
– Býráðslimir hava uppiborið at fáa góðar sømdir, sigur Annika Olsen.
Tað var eisini ætlanin at fáa somu skipan fyri borgarstjóran. Annika Olsen sigur, at sum er fær borgarstjórin fulla eftirløn, tá ið hann hevur verið borgarstjóri í átta ár. Eftirlønin er umleið 760.000 krónur um árið, sum verður goldin frá tí, at borgarstjórin røkkur eftirlønaraldri.
Annika Olsen sigur, at tískil ætlar Tórshavnar býráð at fara burtur frá hesi glæsuligu skipan, so at eisini borgarstjórin skal fáa 15 prosent í eftirløn av lønini og ikki fáa fulla eftirløn, bara hann hevur sitið í átta ár. Men afturfyri skal sjálv lønin hækkast, eftir sama leisti, sum lønin hjá landsstýrisfólkum og løgmanni hækkaði, tá ið tey fóru yvir til hesa skipanina at fáa 15 prosent í eftirløn.
Hon sigur, at hetta hevði spart kommunukassanum næstan eina hálva millión um árið í løn og eftirløn. Og verður málið ikki avgreitt, er tað bara ein tapari, og tað er skattgjaldarin, legði hon afturat.
Annika Olsen sigur, at lønin hevur einki at siga fyri hana. Hon minti býráslimir á, at var tað lønin, sum taldi, kundi hon bara tikið sætið aftur á Føroya Løgingi í morgin, og sostatt kundi hon fingið sær 40.000 krónur afturat í løn um mánaðin.
Tí mælti Annika Olsen til, at býráðið ikki tekur støðu til málið enn, men viðgerð tað nágreiniligari. Og ein partur av hesum skal vera at nágreina, at broytingin skal ikki fáa gildi fyrr enn eitt nýtt býráð tekur við eftir næsta býráðsval.
Og tað varð einmælt samtykt av býráðnum, og sostatt var tað ikki í kvøld, at støða varð tikin til umstrídda málið um lønarviðurskiftini hjá býráðslimunum og borgarstjóranum .










