Hetta er eitt risa fet inn í framtíðina

Hvalbiartunnilin verður kanska liðugur eitt hálvt ár áðrenn ætlanin var

– Hetta er eitt risastórt fet inn í framtíðina.

Tey orðini fullu seinnapartin í dag, beint áðrenn Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum, trýsti á knøttin og loysti fyrsta skotið av til nýggja Hvalbiartunnilin.

Heilt nógv fólk var samankomið at verða hjástatt, táið fyrista skotið til Hvalbiartunnilin varð latið av seinnapartin í dag.

 

##med2##

Hvalbiartunnil varð tikin í brúk í 1963, og hann er fyrsti tunnil í landinum. Sostatt eru vit nú á veg inn í eitt nýtt tíðarskeið í føroyskari samferðslusøgu, tí nú eru vit farin at gera nýggjar tunlar fyri gamlar tunlar, sum tíðin er farin frá.

 

Nú fyrsts skotið er latið av, verður ikki so nógv gjørt av sjálvum tunlinum. Ætlanin er at seta borin á í august, og gongst sum ætlað, verður skotið ígjøgnum um eitt ár.

 

##med3##

 

Men so tekur tað eitt ár afturat at gera tunnilin lidnan, so gongst tað væl í hond, kann hann takast í nýtslu ímóti heysti í 2021, og tað er eitt hálvt ár skjótari enn tíðarætlanin sigur, tí annars hevur verið sagt, at tunnilin skal handast í januar í 2022.

Myndirnar tók Rúni Thomsen